Hesi bíða nú í spenningi
Verður ABC-samgongan veruleiki, og flokkarnir velja landsstýrisfólk úr tingmanningini, fara vit at síggja upp til 7 onnur andlit á Løgtingi enn tey, ið vórðu beinleiðis vald. ABC er fyrsta val hjá Beini Johannesen, og byrjað verður í morgin við at fáa ta samgonguna í land.
Tá ið flokkarnir áðrenn valið vórðu spurdir, um teir fóru at halda fast um 6 aðalráð, sum Nýskipanarnevndin tilmælti, so søgdu teir flestu ja, meðan onkur læt upp fyri møguleikanum fyri einum 7. aðalráði – men so ikki meira. Og júst tað 7. aðalráðið kann koma í spæl, nú Fólkaflokkurin fekk 3 fleiri tingfólk enn Javnaðarflokkurin, ið fekk fægst.
Verða tað 7 aðalráð, so fær Fólkaflokkurin 3 og hinir báðir flokkarnir 2 í part. Um so er, at Fólkaflokkurin velur øll síni 3 landsstýrisfólk úr tingmanningini, so merkir tað, at Fía Nielsen við 327 atkvøðum og Astrið Breckmann við 322 atkvøðum koma á ting, meðan triði løgtingssessurin – í fall av at tað verða 7 heldur enn 6 aðalráð – fellur til Kristian Krog Hentze.
Sambandsflokkurin er í teirri støðu, at fyrsta varafólk er Magni Højgaard við 342 atkvøðum, ið kemur á ting, men so er 2. varafólk Anna Falkenberg við 272 atkvøðum, og hon tekur neyvan sæti, tí hon fer á Fólkating í staðin. Harvið fer stafettin víðari til Hermann Samuelsen við 255 atkvøðum.
Í Javnaðarflokkinum eru tað tvær kvinnur, ið eru ávikavist fyrsta og annað varafólk. Tann fyrra er Bjørt Lind við 287 atkvøðum, eitt enn óskrivað blað í landspolitiskum høpi, og hin seinna er tann roynda Eyðgunn Samuelsen við 263 atkvøðum.
Hetta merkir við øðrum orðum, at ikki færri enn 5 kvinnur og so 1-2 menn koma á ting, men fólkatingssessurin hjá Onnu Falkenberg merkir, at tað verða 4 kvinnur og 2-3 menn. Tað er tó ógjørligt at siga, um kvinnuumboðanin harvið veksur, tí tað veldst um, hvørt kvinnur, og í givnum føri hvørjar, fara av tingi og í Landsstýrið.