Lýsing
Lýsing
Lýsing
Viðareiði er náttúruvøkur bygd norðast í landinum, og hevur góðar umstøður og karmar at undirskriva samgonguskjøl. | Mynd: Wikipedia

Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á Viðareiði?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.03.2026 - 14:13 Politikkur Tíðindi

ABC-samgongusamráðingar eru í gongd, og Viðareiði var tað valstaðið, har størsti parturin av veljarunum góvu vinnaraflokkinum, Fólkaflokkinum, sín stuðul, og eisini fingu hinir báðir flokkarnir, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, nakað av stuðli har. Teir vóru ávikavist 2.- og 3.-størsti flokkur á Viðareiði.

Tilsamans fekk Fólkaflokkurin 172 atkvøður á Viðareiði, ið svarar til 72,6% av teimum, ið greiddu atkvøðu. Javnaðarflokkurin var næststørstur, og honum atkvøddu 24 veljarar ella 10,1% fyri. Og síðani kom Sambandsflokkurin, sum 20 viðingar atkvøddu fyri, svarandi til 8,4%. Tað merkir, at ABC-flokkarnir samanlagt fingu 91,1% av atkvøðunum á Viðareiði, tilsamans 216 atkvøður av 237.

Miðflokkurin fekk 12 atkvøður (5,1%) og Sjálvstýri fekk 6 atkvøður (2,5%) á Viðareiði. Tjóðveldi fekk 3 atkvøður (1,3%), ein einstøk atkvøða var blonk, og Framsókn fekk als onga atkvøðu (0%) har. Her hoyrir við til søguna, at tá valfundur varð fyriskipaður á Viðareiði hin 18. mars, møtti Framsókn ikki upp.

Beinir Johannesen var fyrstvaldur á Viðareiði, og tað var Bárður á Steig Nielsen eisini á sínum lista. Aksel V. Johannesen var nr. 2 á javnaðarlistanum, einans yvirgingin av Ólavi Nybo.

So um ABC-samgongan verður til veruleika, er Viðareiði avgjørt eitt gott boð at undirskriva samgonguskjalið í.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…
Høgni vann oddabrakið
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði