Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrrverandi javnaðarformaður mælir núverandi javnaðarleiðsluni til antin at fara í andstøðu ella í eina ACE-samgongu. Bæði høvdu givið flokkinum hjá soni hansara størri ávirkan. | Mynd: Jóannes Eidesgaard á Facebook

Hvør ræður í Javnaðarflokkinum?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.03.2026 - 12:35 Leiðarin Politikkur

Við í 2022 at melda út, at hann skifti frá at atkvøða fyri Javnaðarflokkinum og heldur atkvøddi fyri Tjóðveldi, hevur Jóannes Eidesgaard uppsagt sín egna leiklut sum ”Samvitskan hjá Javnaðarflokkinum”, og framstendur í staðin sum tann, sum vil flyta núverandi formannin í Javnaðarflokkinum burtur frá sambandi og yvir til sín nýggja flokk, Tjóðveldi. Tað undirgrevur formansskapin hjá Aksel V. Johannesen, tí fólk fara at seta sama spurning sum í yvirskriftini, um ABC-samgongan miseydnast, og Javnaðarflokkurin antin fer í andstøðu ella í eina ACE-samgongu.

Jóannes Eidesgaard gavst í føroyskum politikki sum 60-ára gamal í 2011. Men øll 15 árini síðani hevur hann  framvegis lagt seg út í politikkin. Seinast við at ráða Javnaðarflokkinum til antin at fara í andstøðu ella at taka Tjóðveldi fram um Sambandsflokkin í eini ACE-samgongu við Fólkaflokkin. Hevði Jóannes framvegis verið javnaðarmaður, kundi hann gjørt hetta við einum sindri av trúvirði – Javnaðarflokkurin er við í báðum konstellatiónum. Men av tí at Jóannes Eidesgaard í 2022 skifti yvir til Tjóðveldi, kann statusurin hjá honum lesast sum partapolitisk agitatión fyri at fáa sín egna og sonarins flokk inn í hitan, og argasta mótstøðuflokkin út í kuldan.

Vanliga plaga fyrrverandi stjórnarleiðarar ikki at leggja seg út í samgongusamráðingar. Tað er ein óskrivað regla, ið merkir, at ein skal virða fólkaræðið, og virða, at veljararnir hava valt ein nýggjan leiðara. At blanda seg er at gera greitt, at man heldur seg sjálvan vita betur enn veljarin. Eisini søguliga kemur ein í eitt verri ljós av tí; um ein blívur við at blanda seg, er vandi fyri at tykjast beiskur og vilja hava ávirkan á nakað, man onga ábyrgd hevur av.

Og tað setir avgjørt ikki Aksel V. Johannesen í nakað positivt ljós, at hansara fyrrverandi formaður enn tann dag í dag fortelur honum, hvønn hann skal fara í samgongu við, og hvønn hann ikki skal fara í samgongu við. Tað ger, at javnaðarveljarar fara at ivast í, hvør í heila tikið ræður í Javnaðarflokkinum. Er tað verandi javnaðarformaðurin Aksel V. Johannesen, ið leiðir flokkin, ella er tað fyrrverandi formaðurin og núverandi tjóðveldismaðurin Jóannes Eidesgaard?

Jóannes Eidesgaard hevur enntá viðgingið alment, at hansara skifti til at atkvøða fyri Tjóðveldi ikki var av hugsjónarligum slagi, men av nepotiskum slagi, nevniliga fyri at stuðla soninum, Erlingi Eidesgaard (skjalprógv niðast í greinini). Orðarætt grundar hann skiftið við ”Men álvaratos - tunt er tað blóð, sum ikki er tjykkri enn vatn.”

Vísir tað seg at enda við eini ACE-samgongu ella við at C fer í andstøðu, so verður myndin úteftir tann, at tað er tjóðveldismaðurin Jóannes Eidesgaard, sum hevur stýrt javnaðarformanninum Aksel V. Johannsen yvir í eina aðra samgongu enn ta, Aksel sjálvur ynskti við at fara undir ABC-samráðingar í dag, ella enntá heilt út um ávirkan. Aksel hevur óteljandi ferðir sagt, at hann vil hava ávirkan, so endar Javnaðarflokkurin úti í andstøðukuldanum, so vita øll, at tað ikki var við Aksels góða vilja, men at gamli formaðurin framvegis stýrir honum hóast hvørki fólkavaldur ella javnaðarmaður.

 

Kelda um skiftið hjá Jóannesi Eidesgaard: Greinin "Jóannes Eidesgaard velur Tjóðveldi"

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…