Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá Steffan Klein Poulsen í næstum tekur við sum formaður í Miðflokkinum, verður hann tann triði floksmaðurin, sum býr í Norðoyggjum. | Mynd: Sett saman frá ymsum keldum

Skjótt eiga Norðoyggjar 3 av 7 floksforfólkum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.03.2026 - 18:26 Politikkur Tíðindi

Jenis av Rana leggur í næstum frá sær sum formaður í Miðflokkinum, og eftirmaður hansara verður, ikki óvæntað, Steffan Klein Poulsen. Harvið verður hann triði floksformaðurin úr Norðoyggjum av teimum sjey tilsamans, og harvið fara Norðoyggjar at eiga fleiri forfólk enn Suðurstreymoy.

Steffan Klein Poulsen er 29-ára gamal og býr í Norðdepli. Hann stillaði fyrstu ferð upp til Løgtingið í 2019 og fekk 243 atkvøður. Tað gav ein varatingfólkasess, sum bleiv aktiveraður av, at Jenis av Rana fór í Landsstýrið. Í 2022 stillaði hann upp aftur og fekk 518 atkvøður. Harvið varð hann næsti maður av 2 á listanum og beinleiðis valdur í Løgtingið. Og í farnu viku fekk hann so 701 atkvøðu og var fremstur á listanum við nærum tvífalt so mongum atkvøðum sum Jenis av Rana, sitandi formaður.

Í næstum, allarhelst tá samgongusamráðingarnar eru loknar, leggur Jenis av Rana formliga frá sær, og Steffan Klein Poulsen tekur við.

Hetta merkir, at Norðoyggjar fara at eiga 3 floksformenn – Beinir Johannesen (A), Sámal Petur í Grund (D) og Steffan Klein Poulsen. Suðurstreymoy hevur tvey, Aksel V. Johannesen (C) og Ruth Vang (F), meðan Norðstreymoy og Suðuroy hava hvør sítt forfólk, ávikavist Bárð á Steig Nielsen (B) og Sirið Stenberg (E).   

Og tað kann væl vara leingi, at Norðoyggjar eiga flest forfólk, tí Beinir og Steffan eru báðir tveir yngri enn 30 ár, og tá ið Sámal Petur í Grund einaferð leggur frá sær, er næstforkvinnan Sylvia Thomsen úr Ánunum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…
Høgni vann oddabrakið
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…