Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrri dagurin av Fótbóltsskúlanum hjá FC Suðuroy

SKRIVAÐ: FC Suðuroy  |  30.03.2026 - 16:20 Ítrottur Myndarøð Tíðindaskriv

Nú páskaferia er hjá skúlaungdóminum er Marghøllin í Vági karmur um árliga fótbóltsskúlan hjá FC Suðuroy, sum verður skipaður saman við Suðuroyar Sparikassa.

 

Hóast veðrið í Vági ídag einki er at reypa av, so hevur Marghøllin í hvussu er roynst sera væl nú fyrsti dagurin á fótbóltsskúlanum er farin afturum.


Longu frá kl. 9 í morgun var stákan í Marghøllini og tá ið børnini komu klokkan knapt 10 var alt klárt so byrja kundi at venja.


Við upphitan, tekniskarvenjing og síðani ymiskum stuttligum kappingum fór fyrraparturin skjótt fyri børnini. Døgurði var etin og so fóru tey aftur til venjinginar áðrenn dagurin í Marghøllini endaði við nógvum ymiskum dystum. 


Tá ið dagurðin endaði og øll fingu t-shirts og frukt lá leiðin hjá teimum flestu yvir í Pálshøll har tey kunnu svimja. Økið á Oyrunum í Vági til rørlsu og virksemi vísir seg í hesum døgum at roynast sera væl.


Í morgin er so seinni dagurin á fótbóltsskúlanum hjá FC Suðuroy á skránni, tá ið børnini eru í gongd frá kl. 10-14, ímeðan tey yngru fara heim kl. 13.


Tað var í fjør at venjararnir í FC Suðuroy høvdu fótbóltsskúla tá ið skúlabørn fóru í summarferiu, men tá vístu venjararnir á, at kanska skuldi ein roynt at hildið fótbóltsskúla í páskaferiuni og tað verður so roynt hesar dagarnar í Vági.



Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag