Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá TERNEN sakk í Ravnoynni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.03.2019 - 12:14 Mentan Myndarøð Tíðindi

Eitt nátthús (kumpashús) stóð uttanfyri framsýningina í Smæruni, nú Torradagar eru. Tað er ikki staðfest júst hvar hetta nátthúsið er komið frá. Men sagt verður, at tað er tikið av einum skipið, ið lá á Klaksvík undir Læknastríðnum og at skipið gekk burtur stutt eftir. (Louis Poulsen eigur nátthúsið)

Orlogsskipið hjá donsku verjuni TERNEN lá á Klaksvík undir Læknastríðnum og Ternen gekk burtur á løgnan hátt inni í havnini í Ravnoynni í Grønlandi.

Søgan um hendingina í samband við TERNEN er her niðanfyri.

Orlogsskipið Ternen gekk burtur við Ravnoynna

Ternen fór úr Nuuk 24. januar 1957 og skuldi sigla suður í Grønulíð. Hann var útnyrðingur í ættini og nakað av vindi. Úti máldu teir -18 stig hendan dagin tað hevði vanda fyri yvirísing við sær.

Umborð á Ternuni tóku teir avgerð um at leggja at í Føroyingahavnini, sum liggur einar tríggjar tímar sunnanfyri Nuuk, tí teir ætlaðu at bíða eftir betri veðri og tí teir ætlaðu at banka ís av skipinum.

25. januar 1957 byrjaði Ternen so aftur at sigla ímóti Grønulíð framvegis var fitt av útnyrðingsvindi. Klokkan 18.33 sama dag fekk Grønlands Kommando boð frá TErnen um, at skipið var komið til nátúruhavnina í Ravnoynni.

Tað var tað seinasta, sum nakar nakrantíð hoyrdi til Ternen.

26. januar royndi Grønlands Kommando úttan úrslit at fáa radiosamband við Ternen og eisini fóru flogfør at leita. Leitingin varð tarnað av veðrinum og ikki fyrr enn 27. januar bleiv eitt flogfar av Catalina slagnum sent avstað, men fann einki.

Fimta leitingardagin fann báturin H. J. Rink Ternen í natúruhavnini í Ravnoynni. Ternen lá á botni og bert toppurin á mastrini framman stakk upp úr sjónum. Teir av Rink fóru upp á land at leita eftir fólki, men funnu ongan.

Eitthvørt óvæntað hent

Ternan lá a 12 metra dýpi við slagsíðu á bakborð umleið 75 metrar frá einum undirvatnsskeri og umleið 200 metrar úr landi.

Kanningar av skrokkinum vístu ongi tekin upp á lekar, men vístu at skipið hevði verið nógv yvirísað á bakborðssíðu. Rórið lá heilt í bakborð og maskin regulatorurin stóð á 1/4 fram við skúvuni í nul. Radarin á Ternuni av settur á fulla styrki.

Signalloggið á radiostøðini vísti, at boðini til Grønlands Kommandu vóru send kl. 18.32. Urið á radiostatiónini var steðgað klokkan 1833.

Inni í Ternen lógu trý lík og tvey onnur vóru finnin umlei 100 metrar frá vrakinum. Tríggir teir seinastu menninir eru ongantíð funnir.

Ongi tekin vóru um at teir høvdu roynt at brúka redningsútgerðina, alt bendið á at vanlukkan er hend óvæntað.

Eftir at Ternen varð funnin, vísti tað seg, at akkerið var nógv yvirísað. Tí hevur tað verið ómøguligt at brúka akkerið. Tí verður hildið, at skipið hevur havt motorin gangandi slow ímeðan bíðað hevur verið eftir betri veðri.

Harafturat verður roknað við, at Ternen hevur verið ov nær skerunum, so hevur man roynt at snarað hart um bakborð fyri ikki at fáa hol á skipið. At tveir mans verða funnir inni í skipinum ber boð um, at ongin umborð hevði varhugan av at vandi var á ferð.

Ein hørð hvirla, ella eitt afturkast úr fjøllunum kann hava verið orsøkin til at skipið er koppað so skjótt, at ongin av manningini hevur kunna bjargað sær sjálvum

Síðani verður gitt um hvat er hent. Meira kann lesast á navalhistory.dk

 

Kelda: Flådens historie

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk