Lýsing
Lýsing

Jonna Johannesen av Hellunum starvaðist í Føroyingahavnini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.03.2019 - 13:43 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í Smæruni á Torradøgunum, hevði Jonna Johannesen eina frágreiðing um sín leiklut í tænastuni á Sjómannsheiminum í Føroyingahavnini, seinast í fimtiárunum og fyrst í sekstiárunum.

Jonna sigur frá: Eg eri ættað av Hellunum. Fyrsti niðurseturmaðurin á Hellunum var Janus á Kinn, kallaður, hann kom av Lamba. Teir vóru tveir, ið ætlaðu sær at setast í búgv á Hellunum, men 7. mai í 1849 gongur hin maðurin burtur við Toftabátinum í Fuglafirði, hann fórst á Leirvíksboga.

Hellurna

Janus á Kinn giftist Rakul úr Útistovu í Klaksvík, og tey settust niður á Hellunum. Tey bæði áttu tvær gentur áðrenn tey komu til Hellurnar at búgva. Har fingu tey ein son, Petur, ið er langabbi mín. Hann er fyrsta dreingjabarn, ið føtt er har. Eg minnist langabba, hann doyði í 38, tá var eg fýra ára gomul.

Mangan einsligt

Tað var mangan einsligt hjá Rakul á Hellunum. Janus róði út frá Fuglafirði, so hon var oftað einasmøll við børnunum. Sagt verður, at tað einaferð bar so á hjá henni, at tað slóknaði á grúgvuni, so einkið annað var hjá henni at gera enn at fara til gongu til Oyndafjarðar at biðja sær glóð.

Tað tekur helst einar 20 minuttir til hávan tíma at ganga teinin. Hon legði børnunum eina við, ikki at fara oman á bakkan, í meðan hon fór til Oyndafjarðar. Men tá hon er komin yvir um fjørðin, sær hon at børnini júst eru farin oman á bakkan at spæla. Rakul fer so inn í bóndahúsini í Tarsti. Har sigur hon frá støðuni. Bóndakonan biður so arbeiðiskonuna hjá sær fara til Hellurnar, at ansa børnunum ímeðan bóndakonan fer at geva Rakul ein drekkamunn.

Soleiðis spældi hetta væl av, Rakul fekk gløður upp í ein pott og fór síðani aftur til Hellurnar.

Tað hevur ikki altíð verið tespuligt um veturin hjá henni, tá maðurin var á útróðri við fuglafjarðarbáti.

Ein hundur vitjar

Eina aðru ferð, var kavi og illveður. Sjálvandi, onki annað hús var í nánd. Tá hoyrir hon at tað skavar á dyrnar. Hon fer út at lata upp, tá sær hon at tað er ein svartur hundur, ið er komin. Hon kennir beinanvegin, at tað er hundurin  hjá beiggja hennara, sum búði á Dalbø í Fuglafirði. Hon lovaði hundinum inn, hann legði seg við grúgvuna. Rakul hevur seinni sagt, at tað var sum at fáa eitt annað fólk í húsið, tá hundurin var hjá teimum. Lítið var at ivast í, at tað var bróðurin, ið hevði sent hundin til hennara at vera ímeðan illveðrið leikaði á.

Fyrri túrurin í Føroyingahavnini

Í 1958 fór eg yvir til Grønlands saman við seks øðrum gentum og trúboðaranum Jóhannes Beck. Jóhannes var trúboðari í Fuglafirði og skuldi yvir at vera í Sjómansheiminum har. Sjómansheimið var komið har frá gomlu Føroyingahavnini, árið fyri. Vit fóru yvir til Grønlands við Karibiu, eitt norskt skip, ið kom á Havnina eftir føroyingum, ið skuldu yvir. Tá vit so seinni fóru heim aftur, var tað eisini við Karibiu.

Føroyskar skipsmanningar

Har var sera nógv at gera hjá okkum. 46 mans ótu á Sjómansheiminum, hetta vóru menn, sum róðu út við smábátum og sum arbeiddu í Føroyingahavnini, eisini fingu vit vitjanir av føroyskum skipsmanningum, ið komu inn í Føroyingahavnina.

Posturin

Eitt, sum eisini gekk um Sjómansheimið, var posturin til føroysku sjómenninar. Posturin, ið tey heima sendu til manningarnar, við skipum, sum fóru úr Føroyum, bleiv lagdur á Sjómansheimið, um skipini ikki sigldu upp á prej úti á feltinum. Tá so skip komu inn, komu menn niðan til okkara at spyrja, um teir áttu bræv ella pakka. Eg minnist hvussu skuffaðir teir vóru, sum ongan post fingu. Oftað komu teir niðan aftur at vita, um ikki eitt bræv var alíkavæl.

Bert eina ferð í Velfarhúsinum

Har var sera hugnaligt hjá okkum at vera. Í veruleikanum, so vóru vit bara á Sjómansheiminum allar teir fýra fimm mánaðirnar frá fyrst í mei mánaða til um hálvan september. Eg haldi meg minnast, at eg bara eina ferð  var inni á norska Velfarshúsinum alla tíðina eg var í Grønlandi.

Seinni túrurin í Føroyingahavnini

Í 1963 fari eg so yvir aftur at arbeiða á Sjómansheiminum, tá fara vit yvir við Bliki. Tað var so óheppið, at tað kom eldur í Blik, hann sakk á heimferðini túrin hann hevði sett okkum av í Føroyingahavnini, tvær kvinnur vóru Bliki hendan túrin. Men tí betur, so hendi manningini onki. Veðrið var av tí besta og allir vóru bjargaðir.

Hendan túrin vóru vit 10 gentur, ið fóru yvir við Jóhannesi Beck. Nú var bygt uppí Sjómansheimið og einir 120 mans fingu allar máltíðir hjá okkum hvønn dag, so har var nóg mikið at gera.

München

Hetta árið forlisti ein týskur trolari við 42 monnum umborð. 15 menn komu frá vanlukkuni við lívinum, 24 lík vóru tikin upp og tríggir mans vóru ikki funnir aftur. Hesir 15, sum yvirlivdu komu niðan á Sjómansheimið at búgva. Í Føroyingahavnini blivu 24 kistur smiðaðar. Ein týskur trolari, ið kallaðist Berlin kom í Føroyingahavnina eftir líkunum.

24 kistur og 300 mans

Tað var ein døpur løta tá Johannes Beck skipaði fyri einum minningarhaldi uttan fyri Velfarhúsið uppi yvir 24 kistum, ið vóru settar uttanfyri Velfarhúsið. Eg minnist, sigur Jonna Johannesen, at veðrið var sera gott hendan dagin. Jóhannes Beck segði nøkur orð, hevði eina bøn og vit sungu felagssangir. Eini 300 mans vóru við til minningarhaldið áðrenn kisturnar fóru umborð á Berlin. Tað situr fast í minni mínum.

Bara góð minnir frá Føroyingahavnini

Tá eg sigið, at eg onga aðrastaðni var enn á Sjómansheiminum, so er at siga, at har var ikki nógv annað at fara til. Fólkið sum var har arbeiddi frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, og harafturat vitjaðu fólk á Sjómansheiminum um kvøldarnar, har vit altíð høvdu eitthvørt til teirra. Andaktir og møtir vóru hildin og kaffi, te og lagkøku fingu gestirnir, so  í veruleikanum var Sjómansheimið miðdepilin hjá arbeiðisfólkum og útróðrarmonnum, tá tey høvdu eina fríløtu.

Annars havi eg bert gott at minnast til frá mínari tíð í Føroyingahavnini. Umleið hálvan september fóru vit so heim aftur, tá var tað Karin K, ið førdi okkum aftur til Føroya.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…
Trump
Firmport ósakliga viðgjørt í kanning a…
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin