Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heðin brúkti yvir hálva milliard kr. um minuttin

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.03.2019 - 06:43 Politikkur Tíðindaskriv

Í røðu á løgtingi í gjár, sum vardi 20 minuttir, megnaði Heðin Mortensen, landsstýrismaður, at brúka 10 milliardir og 560 milliónir kr., tvs. yvir hálva milliard kr. um minuttin. Der lades alt håb ude.

Nú valskeiðið nærum er liðugt kom Heðin Mortensen, landsstýrismaður, niðan í løgtingið við eini samferðsluætlan. Fyri tað fyrsta er hetta misbrúk av tingsins arbeiði, tí skeiðið hjá landsstýrinum er liðugt um 5 mánaðir. Tó var tað ovurnýtslan, sum var tað púra villa og órealistiska av tí, landsstýrismaðurin legði fram. Tað gjørdi framløguna fullkomiliga ótrúverdiga. . 

 

Í framløg skuldu ma. hesar íløgur gerast nú:

 

Vestmannatunnil: 562 mió. kr.

Suðuroyartunnil: 3400 mió. kr.

Tunnil til Hvalba: 272 mió. kr.

Famjinstunnil: 125 mió. kr.

Tunnil Gøta/skálafjørð: 284 mió. kr.

Dalstunnil: 200 mió. kr.

Veg í Skálafirði: 70 mió. kr. 

Innkomuveg Runavík: 126 mió. kr.

Innkomuveg Tórshavn: 114 mió kr.

Sandoyar- og Eystuoyartunnlar: 2600 mió kr.

Veg Selatrað: 3 mió. kr.

Tjørnuvíkarveg (ikki tunnil) kr 11,4 mió. kr.

Omankoyring Kvívík: 0,6 mió kr.

Byrging um Haraldssund: 7 mió. kr.

Tunnlar Norð um fjall: 310 mió. kr. 

Funningsfjarðavegur: ?? Einki upplýst

Viðlíkahald Brúgvar og Tunnlar næstu árini: 100 mió. kr

Eftirsleip av vegum: 375 mió. kr.

Allar ferjur skiftast út: 2000 mió. kr (meting)

 

Í alt 10 milliardir og 560 milliónir kr. futtaði hann av upp á 20 minuttir.  

Íløgurnar eru tær, landsstýrismaðurin boðaði frá, hóast mest sum eingin peningur stendur á fíggjarlógini til tær. Upphæddirnar, sum eru nevndar her, eru prísirnir fyri íløgurnar, sum standa í Samferðsluætlanini hjá Landsverk, sum var latin Løgtinginum saman við uppskotinum. 

Einasta trúvirðið í hesum er, at NULL krónur skulu brúkast í Vágum. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Livandi mentan­armyndir: Jóla­konsertin 20…
Jól: Jóla­maðu­rin ella Jesus?
Jóla­heilsan frá Fram Prince
Jóla­heilsan frá Bourbon Topaz
Jóla­heilsan frá Kongsborg
Jóla­heilsan frá Samskip Kvitnos
Jóla­heilsan frá Hav Skandic
Jóla­heilsan fra Tuugaalik
Føroyar og Bretland gjørt semju um fiski…
Jóla­heilsan frá Gadus
Aftur um jólini
Havstovan: Fiski­dagatalið hjá bólki 2, 3…
Jóla­heilsan frá Reginu C
Jóla­hielsan frá Nataarnaq
European Meterologial Society heiður til…
Stóra tøkk fyri mín 70 ára føðingardag
Greining: Beinir á brúnni
Besta árið hjá Klakki nakrantíð
Miriam og Niels Vang í Betesda mánakvøld…
Hvat stendur uppá spæl?