Lýsing
Lýsing

STOPP: Nú má eg tala at

SKRIVAÐ: Pól Huus Sólstein  |  08.03.2019 - 16:37 Politikkur

Eg meini tað.

Tá børnini vóru smá, plagdi eg at lesa úr Æsops Fáblum. Flest okkar kenna søguna um gásina, sum varp Gullegg. Ein vísur maður var so eyðnusamur at eiga eina gás, sum hvønn dag legði eitt gullegg. Men hann var ikki nøgdur við ta seinu inntøkuna við einum eggi um dagin. Og við tí  í huga, at fáa allan skattin í einum, drap hann gásina. Og tá hann spretti hana upp, fann hann júst tað sama, sum er í einari og hvørjari gás. 

Mangur girnast meira, og missir alt.

Fiskikonan og maður hennara

Einaferð var tað ein fiskikona og maður hennara sum búðu í eini runveit. Søgan er úr einum ævintýri hjá Grimm brøðrunum, sum teir samlaðu saman í byrjunini av 1800 talinum. Men eftirsum tað er altjóða kvinnudagur í dag, havi eg vent ævintýrinum hjá Grimm á høvdi, og konan er vorðin maður, og maðurin er vorðin kona. Tað er nokk meir politiskt korrekt, og søgan broytist nú heldur ikki tað stóra av teirri orsøk.

Ævintýri fortelur, at fiskikonanan hvønn dag fór til arbeiðis at fáa mat á borði. Og ein dagin hendi tað, at hon fekk eina flundru á húkin. Hesin fiskurin  var tó ikki sum aðrir fiskar, tí júst sum hon fekk drigið hann  úr vatnskorpuni, bað og bønaði flundran um grið, og um at fáa loyvi at liva.  

Fiskikonan fekk samkenslu við fiskinum, serliga tí at hon ongantíð áður hevði fiska ein fisk, sum dugdi at tosa.

Og heim fór hon til mannin, uttan nakran fisk. Tey búðu í eini runuveit, og tað vóru smá kor, men tey høvdu hóast alt til dagin og vegin – so dánt, og fiskikonan var sum so nøgd við sítt lív og sína tilveru. Maðurin harafturímóti, var ongantíð heilt nøgdur. Og tá konan fortaldi manninum um tann talandi fiskin, gjøgnumskoðaði maðurin skjótt, at her mundi verða talan um ein gyltan møguleika. Hann hevði hoyrt gomul ævintýr um, at talandi fiskar kundu uppfylla ynskir hjá fólki. Og eisini var hann av tí áskoðan, at fiskurin skyldaði fiskikonuni eina tænastu

So hann sendi konuna til havs, fyri at biðja flundruna um eina tænastu. Maðurin vildi úr runuveitini, og vildi hava eina ordiliga smáttu í staðin. Og fiskikonan fór til havs og rópti:

Flundra lítla, flundra frí

Hoyr meg, eg skal siga hví

Maður mín, ja mín Emil

Vil nógv meira enn eg vil

Eftir lítlari løtu kom flundran, og konan segði henni ynski hjá manninum um eina nýggja smáttu. Flundran segði henni, at hon skuldi bara fara heim, tí ynski hennara var uppfylt. Og har var sjón fyri søgn. Ein nýggj smátta var vorðin til, í somu stund.

Men tað gekk knapt ein vika, so byrjaði maðurin at knarra og grenja um, at smáttan var vorðin alt ov lítil. Fiski konan mátti aftur av stað, og nú skuldi hon biðja um eitt slott fyri mannin. Flundran kom beinanvegin upp  til vatnskorpuna, og segði fiskikonuni, at hennara ynski var uppfylt. Hon fór heim, og har møtti henni eitt stórt flott slott, har smáttan áður hevði staði. Men tey høvdu ikki meir enn sovi á slottinum, so sendi maðurin konuna avstað aftur. Nú vildi hann ikki bara verða kongur á slottinum – nei, hann vildi verða Pávi. Og sjálvandi var hetta ynski eisini gingið á møti av flundruni, og maðuri bleiv Pávi. Men konan var ikk meir enn komin heim til sín Páva-mann, so kom maðurin við einum nýggjum ynski. Hann var komin úr runuveitini, og hevði fingið alt sum hann peikaði á og ynskti sær. Nú var hann ikki bara maður eina fiskikonu, nú var hann Pávi. Hvat meir kundi hann ynskja sær. 

Tá hann kom við sínum seinasta ynskik, bleiv konan líkbleik, og beinini fóru at skelva undir henni. Hon svímaði næstan av berari ræðslu, men hon var tvungin av hansara harða hjarta og hørðu orðum til við ótta og bivan at fara til havs til flundruna við hesum ynskinum, sum skuldi verða hansara seinasta. Hon nærkaðist sjóvarmálanum og tí bláa havinum, har hon visti tann gandakendi fiskurim svam. Og við bivandi rødd rópti hann út á tað víða havið.

Flundra lítla, flundra frí

Hoyr meg, eg skal siga hví

Maður mín, ja mín Emil

Vil nógv meira enn eg vil

Og tá fiskurin kom upp til vatnskorpuna, var tað ikki meir enn hon fekk máli upp av berum fjáltri. Og flundran spurdi: “Hvat ynski hevur maður tín í dag, sum hann vil hava uppfylt?” Við turrum varrum, og roðnandi andliti svaraði konan lágmælt: ” Hann ynskir at verða sum tann góði Guð á himni” Og fiskurin svaraði: Far tú heimaftur til mannin. Hann situr í runuveitini aftur”! Og konan kom heim, og har møtti hon manninum í runuveitini, og hann var meira niðurnívdur enn nakrantíð áður. 

Ævintýri um mannin í runuveitini er fortalt fyri sera nógvum fólkum gjøgnum tíðina. Sjálvur minnist eg tað frá mínum barndómi, og tá eg havið lisið fyri mínum egnum børnum. Ævintýri er um menniskjans grammleika og maktgirnd. 

Maðurin bleiv ongantíð nøgdur, tí hann ikki fekk steðga sínari girnd í góðari tíð. Og so var tað ein annar, sum gjørdi tað fyri hann. 

Grammleiki og girnd er eisini eitt heitt evni í hesum døgum, og so sanniliga teimum døgum sum er farnir. Àr og øldir hava víst okkum hetta. Menniskjans gramleiki kann so lættliga viðføra óeydnu og vanlukkuligar avleiðingar fyri onnur menniskju. Man skuldi trú, at vit høvdu lært av lestinum um hóvsemi, men man grammleikin ikki aftur fara við okkum, so vit aftur og aftur fara av vegnum, og í runuveitina. 

Og við hesum fáu orðum, kunnu tit óivað skilja, at eg als ikki taki undir við Búskaparráðnum, og útsøgnirnar um at leggja meira gjald á Fiskivinnuna í KVF á døgurða 8. Mars 2019, fyri at fáa líkningina at ganga upp. Hetta er burtur  úr vón og viti, eftir mínum tykki, ein vanlukkulig leið at ganga. 

Havið annars øll ein super góðan Kvinnudag, og eitt gott vikuskifti

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…
Trump
Firmport ósakliga viðgjørt í kanning a…
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin