Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt KÍ lið stóð seg væl í fyrstu royndini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  10.03.2019 - 17:25 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Í einum jøvnum dysti, har HB hevði størsta møguleikan, meðan KÍ kanska hevði fleiri málroyndir, so var javnleikur helst eitt rættvíst úrslit. 

KÍ spældi ein góðan fyrra hálvleik. HB hevði bóltin meir, men KÍ var nógv vandamiklara liðið. Jonn Johannessen og Jóannes Bjartalíð høvdu góðar royndir. Í síðsta stóra møguleikanum í fyrra hálvleiki var KÍ leikari nær við at gera sjálvmál, men vælleikandi Meinhardt P. Joensen bjargaði. 

Í seinna hálvleiki kom HB betri við og hevði yvirvág í bæði spæli og málmøguleikum fyrsta partin av hálvleikinum. Dan í Soylu fekk størsta málmøguleikan í dystinum, men hann skeyt beint á Meinhardt P. Joensen. KÍ kom betri við um miðjan seinna hálvleik og tvær ferðir var nær við. 0-0 var úrslitið og tað tóktist, sum bæði liðini vóru væl nøgd við tað úrslitið. HB fekk stig í einum truplum útidysti, meðan KÍ við fimm leikarum antin í uppstillingini fyri fyrstu ferð ella á nýggjum plássi, fekk stig í síni fyrstu roynd við hesum liðnum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja