Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú verða hjartastartarar settir upp kring alt landið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.03.2019 - 14:54 Tíðindaskriv

Á móttøku í dag lat Betri Stuðulsgrunnurin 35 hjartastartarar til allar vøllir og hallir kring landið. Umframt hetta verða hjartastartarar settir upp á øllum deildum hjá Betri.

- Vit kenna øll søgur um, at ein hjartastartari hevur verið munurin á lívi og deyða. Tí hevur tað stóran týdning, at hjartastartarar eru tøkir kring landið og serliga á plássum, har nógv fólk savnast, segði Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Í seinastuni eru hallir og vøllir, sum mangla hjartastartarar, eyðmerktar í samstarvi við kommunur. Endamálið er at gera hjartastartarar meira atkomuligar fyri føroyingar. Sannlíkindini fyri at yvirliva hjartasteðg økjast munandi, um tú beinanvegin fær lívbjargandi fyrstuhjálp.

Við nýuppsettu hjartastartarunum er Føroyar helst eitt av londunum í heiminum við bestu tilbúgving, tá tað snýr seg um bráðfeingishjálp við hjartastartarum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja