Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tummas Lervig, formaður í Havna- og Vinnunevndini og Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu | Mynd: klaksvik.fo

10 nýggir neystaeigarar í Árnafirði

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.04.2019 - 18:27 Tíðindaskriv Vinna

Spenningurin var stórur, tá Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini, bjóðaði vælkomin til lutakastið um 10 nýggjar neystagrundir í Árnafirði.

Klaksvíkar býráð samtykti í fjør, at farast skuldi undir at gera klárt soleiðis, at borgarar í Árnafirði og í Klaksvík kunnu byggja sær neyst. Við hesum varð samstundis latið upp fyri, at neystini kunnu byggjast sum summarhús. Tummas Lervig sigur, at hann fegnast um, at hetta nú er veruleiki, tí hetta hevur verið eitt ynski, sum fleiri borgarar hava sæð fram til í longri tíð.

Fleiri av teimum, sum í dag fingu eina neystagrund, hava staðið á bíðilista í mong ár, tí var gleðin sjálvsagt stór, tá leigusáttmálarnir vóru handaðir teimum 10 hepnu eigarunum.

Arbeiðið, sum Malltek hevur staðið fyri, hevur gingið væl. Gongst sum ætlað, so verða neystagrundirnar lidnar í mai mánaði.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…