Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góður fyrri hálvleikur tryggjaði KÍ sigurin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  15.04.2019 - 08:55 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

(Dystarfrásøgn) Eitt reytt kort til sera týdningarmiklan leikara kann tó fara at vísa seg at vera dýrt fyri KÍ í toppdystinum Skírisdag.

Jonn Johannessen og Ólavur Niclasen vóru nýggir í KÍ uppstillingini, meðan Pól Jóhannus Justinussen byrjaði á vinstra vongi hjá NSÍ. Nakað av vindi var uppá tvørs eftir vøllinum, men spælandi var, tá Petur Reinert setti dystin í gongd.

 

KÍ at á fyrra hálvleiki

Í fyrra hálvleiki var KÍ greitt betra liðið. KÍ spældi til tíðir væl og skapti nógvar vandamiklar støður. Serliga upp gjøgnum høgru síðu komu fleiri góð álop og tað var eftir innlegg úr høgru, at KÍ skoraði bæði síni mál. Málskjúttar vóru Jóannes Bjartalíð og Jonn Johannessen, meðan Boris Dosljak og Jóannes K. Danielsen áttu uppleggini við innleggum. 2-0 var hálvleiksstøðan, og tað var í tráð við leikgongdina.

 


Reytt kort kann kosta KÍ

Í seinna hálvleiki kom NSÍ út sum eitt ódnarveður. Betuel Hansen og Jann Benjaminsen blivu skiftir inn fyri Pætur Hentze og Magnus H. Olsen. Pól Jóhannus Justinussen var settur aftur á vinstra bakk. Álopini skolaðu móti KÍ málinum, men inn vildi bólturin ikki. Tá so 58 minuttir vóru leiktir, so fekk KÍ leikarin Patrik Johannesen sítt seinna gula kort. Og sigast má, at bæði gulu kortini vóru púra óneyðug at fáa. Tað fyrra fekk Patrik fyri eina takling langt frammi á vøllinum, har KÍ hevði alt liðið uppá pláss í verjustøðu, meðan tað seinna fekk hann fyri at taka bóltin eftir eina innkast hending. Patrik hevur enn einki mál skorað í landskappingini, men hevur víst seg at verið sera eyðsýndur og fyllir nógv í álopspartinum. At hann ikki verður við hjá KÍ í toppdystinum móti B36 hósdagin kann fara at vísa seg at fara at kosta. NSÍ trýsti tað mesta av hálvleikinum, men hóast onkur stórur málmøguleiki kom, so eydnaðist ikki at fáa mál. Liðini áttu hvør sín hálvleik, men KÍ var effektivari og vann 2-0.

 


KÍ-leikarar væl fyri

Kanska besti leikarin á vøllinum hendan dagin var 28 ára gamli Simen Sandmæl. Á miðvøllinum vísti hann tekniskar førleikar á høgum støði og í seinna hálvleiki megnaði hann at halda uppá bóltin sum ein av fáu KÍ leikarunum. Men eisini aðrir KÍ leikarar hava verið væl fyri fyrstu umførini. Jóannes Bjartalíð er glóðheitur og hevur havt seks málstig (mál+upplegg) fyrstu fimm umførini. Á kantunum vóru Boris Dosljak og Jonn Johannessen eyðsýndir og verjuparturin stóð sterkur í myndini. Hósdagin verður toppdystur í Gundadali millum B36 og KÍ. B36 hevur 12 stig og KÍ 11 stig. B36 hevur leikt ein dyst færri. Stóri spurningurin til tann dystin verður, hvussu KÍ fer at síggja út í álopspartinum uttan Patrik Johannesen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja