Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hitin kvikast eitt sindur uppeftir hvønn dag. Tað várar. | Mynd: greenfingers.com

Eitt sindur lýggjari

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.04.2019 - 17:26 Tíðindi Veðrið

Seinastu dagarnar er luftin komin til okkara úr Svøríki og Finnlandi. Har stendur eitt máttmikið hátrýst og sendir luft ímóti okkum. Tað fer tað eftir øllum at døma at gera teir næstu 5 dagarnar eisini.

Luftin kemur ikki beinleiðis til Føroya av leiðunum eystan fyri okkum, men fer ein túr niður ígjøgnum Eysturevropa fyrst. Hesin umvegur ger, at luftin ornar eitt sindur, áðrenn vit merkja hana.

Tað er blivið eitt sindur lýggjari í Føroyum seinastu dagarnar.

Havi hugt eftir tølum á heimasíðuni hjá Landsverki. Mátistøðin á Gerðabøi hevur máldi 4 stig um náttina seinasta mikudag og 6 stig um dagin.

Dagin eftir, hósdagin, var hitin um náttina 5 stig og hitin um dagin 6 stig.

Fríggjadagin vóru tølini fyri hitan 4 stig og 8 stig fyri nátt og dag, ávikavist.

Leygardagin vóru 7 um náttina og um dagin eisini.

Sunnudagin 6 stig um náttina og 7 stig um dagin.

Mánadagin vóru 7 stig um náttina og eisini 7 stig um dagin.

Næstu 5 dagarnar fara viðurskiftini at vera tey somu, so tað kann væntast, at hitin fer at kvinkast nøkur stig uppeftur afturat.

Danska veðurstovan metir, at hitin um dagin fer at koma upp í 12 stig Langa fríggjadag.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja