Lýsing
Lýsing

Kappingin um toskin

SKRIVAÐ: Thormund Johannesen, Skipsførari & skipsverkfrøðingur M.Sc.  |  15.04.2019 - 22:18 Lesarabrøv Tíðindi Vinna

Toskafiskiskapur hevur havt stóran týdning fyri mong evropeisk lond. Í farnum øldum sigldu portugisar, spaniólar, fransmenn, hollendarar, týskarar, eingilskmenn og aðrir við víða um í Norðuratlantshavi, frá New Foundlandi í vestri og allan vegin tvørtur um til Barentshavið í eystri, fyri at veiða tosk - havsins gull.

Tað var eisini toskafiskiskapur á fjarleiðum, sum lyfti Føroyar úr miðaldar bóndasamfelag til vinnulívssamfelag og harvið nærum tíggjufaldaði fólkatalið.

Toskurin gjørdist eftir hondini so virðismikil, at tjóðirnar, við hvørs strendur hesin gylti fiskur svam, kravdu hevdarrætt, sum við tíðini strekti seg heilt út á 200 fjórðingar úr landi. Stríðið, ikki bert í millumtjóða samráðingum, men eisini á fiskimiðum, serlig millum bretskar trolarar og íslendsk verjuskip, tá ið íslendska fiskimarkið bleiv flutt út á 50 fjórðingar, eru tekin um, hvussu hørð kappingin var um toskin.

Vit føroyingar føldu eisini sviðan av skerdum møguleikum á teim fyrr so gyltu fjarleiðum. Tað snørdist somikið samanum, at tað til endans mest sum bara vóru Flemish Kap eftir fyri vestan, har línuskipini veiddu og Barentshavið fyri eystan, har trolararnir veiddu.

At tað so, stórt sæð, bert bleiv eittans leið fyri langfaralínuskip og somuleiðis eittans leið fyri langfaratrolarar, setti størri krøv til fiskimannin. Nú mátti haldast á og nakað fáast burturúr, hóast fiskiskapurin til tíðir kundi vera slakur, tí har vóru ikki aðrar leiðir at royna.

Tá ið eg sjálvur fyrst í 70’unum baldist við New Foundlands strendur umborð á línuskipinum Hans Eriki, var føroyski línuflotin, sum okkurt árið fyrrapartin í 60’unum, taldi millum 25 og 30 skip bara á Flemish Kap, tódnaður niður í eini 5 skip. Av nógvu stállínuskipunum, sum blivið bygd undir stóru endurnýggjanini av fiskiskipaflotanum, sum byrjaði seinast í 50’unum, vóru línuskipini í Klaksvík, hjá J&O, JFK og Norðoya Samvinnufelag millum tey drúgvastu har yviri. Tað vóru eisini hesi trý feløgini úr Klaksvík, sum seinast í 60’unum bygdu stór yvirdekkaði línuskip, júst til at troyta langfaraleiðirnar. Hesi vóru Borðoyarnes, Hans Erik og Norðaldan.

Til Havnar blivu eisini bygd trý stór yvirdekkaði línuskip miðskeiðis og seinnapartin í 60’unum, Leikur, Leivur Hepni og Norðbúgvin, men hesi fingu stutta karrieru í línufiskiskapi.

Tey trý stóru línuskipini úr Klaksvík hildu, sum nokk tey einastu, á við toskafiskiskapinum heilt upp í 90’ini, tá ið bann bleiv sett fyri toskafiskiskapi á Flemish Kap. Tvey teirra høvdu tá skift eigara, men hoyrdu tó framvegis heima í Klaksvík.

Tað er tí ikki ov nógv sagt, at klaksvíkingar hava verið teir mest kappingarføri í toskafiskiskapi við línu á fjarleiðunum.

Eftir sjómansskúla eydnaðist mær seinnapartin í 70’unum at koma upp á brúnna á tí tá nýggjasta verksmiðjutrolaranum Skálabergi. Føroyski trolaraflotin, sum fyrr hevði fiskað á øllum teim norðaru leiðunum úr New Foundlandi í vestri til Barentshavið í eystri, hevði nú bara Barentshavið eftir at lýta á. Nú var so mikið trongt samanum, at tann fyrr so stolti floti av langfaratrolarum úr øllum Føroyum, eini 15 í tali, var tódnaður niður í 5 skip, sum øll høvdu tilknýti til Klaksvíkina. Tað vóru systurskipini, Skálaberg, Sundaberg og Enniberg, sum tá júst hevði fingið TN á bógvin, seldur úr Klaksvík til ein klaksvíking í Havn. Nónhamar úr Klaksvík og Vesturvón, sum, hóast heimahoyrandi í Sørvági, bæði hevði reiðara, skipara og stóran part av manningini úr Klaksvík.

Klaksvíkingar kunnu tí eisini sigast at hava verið teir mest kappingarføru i toskafiskiskapi við troli á fjarleiðunum.

Hóast toskafiskiskapur á fjarleiðum enn hevur alstóran búskaparligan týdning, so hevur fiskiskapur eftir uppsjóvarfiski nú tikið fremsta plássið í fiskivinnuni.

Eg minnist væl tann dagin yviri á Flemish Kap, í 1974 meini eg tað var, tá Borðoyarnes brádliga fór at sigla heim. Hann skuldi náa at liggja fulllastaður út fyri skipasmiðjuni á Skála, tá ið nýggja nótaskipið hjá reiðarínum fór av bakkastokki. Vit vóru spentir eftir at frætta navnið, sum bleiv Christian í Grótinum.

Við tí skipinum, og teimum, sum síðani eru komin í sama reiðaríi, hava klaksvíkingar víst, at teir eisini í hesum nýggja fiskiskapi hava verið sera kappingarførir.

Hetta, eg omanfyri havi nevnt, var í tí tíðini, tá ið øllum stóð í boði at royna seg í fiskiskapi. Nógvir gjørdu tað eisini, men, tá ið veruliga sansaði at við toskafiskiskapi á fjarleiðum, vóru tað mest sum bara klaksvíkingar, sum megnaðu at halda á.

Í dag eru umstøðurnar so nógv broyttar. Fiskimarksútflytingar og síðani kvotuavmarkingar hava viðført, at fiskiskapur allastaðni er stýrdur við avmarkaðum kvotum og veiðuloyvum.

Vit hava ikki heilt megna hesa umstillingina enn. At øll loyvi blivu søgd upp í 2007 at fara úr gildi 31. desembur 2017, hevur bara ført til eitt politiskt stríð um rættindini, sum heilt víst fer at halda fram, um ikki vit fáa eina veruliga marknaðargrundaða skipan.

Kappingin, sum fyrr snúði seg um at vera bestur á fiskimiðunum, er í dag flutt upp á slætt gólv og gongur fyri seg millum politikarar og lobbyistar.

Skulu vit aftur fáa veruliga kapping í fiskivinnuna, má hon vera tvíbýtt. Fyrst um veiðirættindi og síðani í fiskiskapi. Og tað optimala vildi sjálvandi verið, at tann, sum er dugnaligastur at fáa burturúr í fiskiskapi, eisini fær bestu møguleikar at ogna sær rættindi.

“Fyrst skal tú í kapping ogna tær pláss á landsliðinum. Síðani í verki vísa, at tú ert verdur at varðveita tað. Tá verður tú eisini mentur at bjóða teim stóru av uttanlands.”

Kappingin um veiðirættindi fer altíð at vera har. Spurningurin er bara á hvørjum vølli hon fer at fara fram, tí politiska ella tí marknaðarliga.

Á tí politiska vøllinum vænti eg, at HB fer at vinna, men verður tað á tí marknaðarliga, tippi eg uppá KÍ.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…