Lýsing
Lýsing
Lýsing

Atgerðarloysi í fiskimálaráðnum endurtekur seg enn einaferð

SKRIVAÐ: Jonhard Danielsen - Valevni á Lista A  |  16.04.2019 - 16:08 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Vit eru á veg inn at bíða eftir landing í Føroyum. Í Noregi og Íslandi kunnu vit fáa munandi betur prís og sleppa at landa beinanvegin.
Ístaðin fyri at kappast á fiskifeltinum, liggja skipini, aftur í ár full og hálvlastaði og gnadda gummi, klár at kappast um landing.
Fyri kollveltingina í føroysku fiskilóggávuni, landaðu skipini, har prísurin var góður og vit øll forvunnu nógvan pening. Broytingarnar í fiskuvinnulóggávuni, eru eitt ordans afturstig fyri føroyingar og eigur at fáast uppá pláss skjótast gjørligt.

Reiðaríir, saman við manningunum skulu gjalda fyri vørðuna áðrenn hon er funnin. Tað er ikki loyv at arbeiða svart, men tað er akkurát soleiðis tað er í dag. Allur hesin peningurin manglar í kommunukassanum. So til tykkum øll, ið stuðla undir hesum, skulu gera tykkum klár til at rinda beinleiðis úr lummanum fyri kommunalu innstalatiónir, eitt nú vatn, kloakk og ruskinnsavning. Í Havana verður vatn koyrt við tangabili, veit onkur at siga. So gongdin hjá Tjóveldiskommunismuni er skotin í gongd.
Sigast kann at føroysku reiðaríini missa miliónaupphæddir, manskapið missir 10-talstúsind krónur og kommunukassarnir missa stórar skattaintøkur. So vanligar innstalatiónir, ið føroyafólk hava krav uppá, fara at minka. Havsbrún, ið børsskrásetta Bakkafrost eigur, tjenar kassan, við at keypa bíligt inn og selja dýrt útaftur. Yvirskotið verður sjálvandi deilt út til íleggjarin. Tað vil siga, at størsti parturin av yvirskotinum fer av landinum. Og eftir sita vit føroyingar við “sviðið soð”. 

Sosialisman hevur nú ongantíð havt nakra framgongd.

Eg vóni, at fólk, til komandi løgtingsval, hugsa seg væl um, hvar X verður settur. Fólkaflokkurin vil ikki selja tilfeingið. Fólkaflokkurin vil, at skipini skulu kunna landa har besti prísurin er. So at ringvirkningarnir raka hvørja oyggj í Føroyum.

Tað er, í dag, akkurát 1 ár síðan, at eg, við niðanfyristandandi grein, vísti á óskilið, sum er í fiskivinnuni, eftir at fiskivinnulóggávan varð broytt.

Les meira her

https://www.facebook.com/permalink.php?story_fbid=363941934220732&id=358058228142436¬if_id=1555420904946023¬if_t=story_reshare

Jonhard Danielsen
Valevni á Lista A

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…