Lýsing
Lýsing
Lýsing

Manning og reiðarí missa stórar upphæddir við førda politikkinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.04.2019 - 07:22 Politikkur Tíðindi Vinna

 -Ynskja eisini at sleppa at landa uttanlands

Tað er gleðiligt at fiskimálaráðharrin nú er komin til tað niðurstøðu, at skip skulu sleppa at landa uttanlanda. Vónandi er hetta eisini galdandi fyri tey feløg ið hava skip til ísfiskaveiðu við eitt nú Ísland.

Fyrr var møguligt hjá okkum at landa nakrar túrar uttanlands. Men nú krevst undantaksloyvið um vit skulu landa uttanlands. At sigla fleiri dagar til Føroyar at landa tosk og serliga hýsu ger, at hýsan verður eldri og góðskan verri og harvið lækkar eisini  prísurin á eitt nú hýsuni,  ið sum kunnugt er serliga viðkvom.  Hetta sigur Óli M. Lassen reiðari í viðtalu við Norðlýsið.

Tá JÁKUP B fiskar á norður vesturlandinum eru tað 3 dagar at sigla hvønn vegin og eftir tveimum túrum at hava siglt til Føroyar, so er talan um, at vit hava mist tað sum svarar til ein heilan túr. Tað er ein umsetningur uppá yvir eina millión og manningin missir einar 27.000 kr í hýru.  Hetta er sera stórt inntriv í raksturin hjá okkara felag og er hetta ikki skilagott samfelagsbúskaparliga. Hetta merkist eisini ógvusliga hjá manning og reiðaríið at virðismikil tíð fer til spillis og minni úrtøka, orsaka av at alt skal landast í Føroyum.

Tað einasta vit ynskja er, at vit í einum árið kunnu landa umleið 20 til 25% uttanlands.  Um hetta verður gjørt við lóg ella sum ein generell kunngerð er líkamikið, bara okkara umstøður gerast betri at reka okkara felag.

Trúgvi eisini at ein liberalur vinnu- og uttanríkismálaráðharri fegnast nú tað loksins sær út til at føroyskar vinnufyritøkur kunnu selja teirra vørur har marknaðurin er bestur og selja til besta prísin.

Tað gevur ikki meining at fesk hýsa og toskur fiska norður vestanfyri Ísland skal siglast langa leið fyri at landast og seljast í Føroyum.

 

Handils- og fiskivinnuavtalu við Ísland

Nú vit royna at endurnýggja handils- og fiskivinnuavtaluna við Ísland, er tað eisini sjálvsagt at vit sum vanligt hevur verið kunnu landa nakrar túrar í Íslandi og har fáa góðan prís til fólk og reiðarí.

 

Somu treytir sum uppisjóðarfeløg og menningarkvotur

Vit ynskja bara at fáa líknandi treytir sum uppisjóðarfeløgini fáa og tey sum hava fingið menningarkvotur, nevniliga at selja okkara vørur so tað samfelagssliga og vinnuliga gevur bestu úrtøku.

Við at vit altíð skula føra alla veiðu til Føroyar er talan um at týðandi virðir fara fyri skeytið og feløg og manningar verða hart rakt av førda fiskivinnupolitikkinum. 

Sjálvandi eiga føroysk skip / feløg at hava loyvið til at landa ávísan part av veiðuni uttanfyri Føroyar, tá tað kann ávísast, at hetta er við til at betra um lønsemið og góðsku av vørðuni ið vit fiska.  Tí er tað mín áheitan á fiskimálaráðharran at seta í kunngerð og geva okkum ið reka línuveiðu standandi loyvi til at landa 20 til 25% uttanlands í einum 12 mánaðara skeiðið.

Gleðiligar páskir og gott fiskarí

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja