Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varðveitið ÍDNI 

SKRIVAÐ: Jógvan Andrias Joensen  |  29.04.2019 - 14:33 Lesarabrøv Mentan

Her er ein víðkaður samandráttur av tí, sum sagt var 26.apríl 2019 í Miðlan, tá uml. 260 undirskriftir vóru handaðar Jógvan Skorheim, Borgarstjóra.

 

Lat okkum savnast um felagsvirðini 

Mentanararvurin er úrslitið av handverks- og andverksmentanini í Føroyum...og er soleiðis líka so týdningarmikil, sum vatn og breyð...

Alt handa- og andaligt virksemi er eitt úrslit av semjusøkjandi samstarvi millum manna. Ein roynd at skilja heimin. Ein roynd at skapa ein heim, sum tey, ið undan ganga kunnu handa eftirkomarum, tá árar leggjast inn. 

Í hesi siðvenju liggur spírin í Føroya søgu og degnum í dag. Eitt úrslit av skapandi evnum føroyinga og savnandi megini í søgu, siðvenju og mentanararvi okkara. 

Við viðføddum eginleikum og mentum evnum skapa menniskju heimin. Mín og tín hugsan um heimin, mítt og títt íkast til heimin, er líka so týdningarmikið sum hjá teimum, sum undan gingu og eftirkomarum teirra. 

Við støði í hesi staðfesting vil eg siga at Klaksvíkin, meir enn nakrantíð, hevur brúk fyri øllum borgarum fyri at skapa ein blíðan og týðan, livandi og rúmligan bý.

Søgan vísir okkum at Klaksvíkin - eins og allur heimurin - broytist alla tíðina. Og við støði í hesum hava tey, ið undan gingu - eftir bestu sannføring - ment hús og heim, bátar og bygningar, søgur og sangir, lógir og skipanir, mál og mið osfr. sum tey hildu vóru gagnlig. 

Líka umráðandi sum áður er tað í dag at samskifta um tey fyribrigdi og skipanir, sum við tíðini gerast partur av samleika og mentanararvi í komandi tíðum.

 

Rætt er tað at vit ikki kunnu varðveita alt! 

Men Klaksvíkar kommuna eigur at ganga undan, tá talan er um at leggja til rættis fyri og menna eina góða og haldbara samstarvsmentan í býnum. Soleiðis at bæði borgararar og vinna í størri mun taka atlit, tá talan er um býlingar og bygdaløg við serligum virðum bæði av materiellum og ikki-materiellum slag.

Somuleiðis eigur Klaksvíkar kommuna – meir enn nakrantíð – at gagnnýta “eygnahædd-meginregluna”, stavnhaldið í fólkaræðinum; sum byggir á ta fatan at loysnir og svar finnast, har tey, sum taka lut, eru líkastillaði og hin fría samrøðan og kjakið liva sítt egna lív.

Lat okkum – sum bygdar- og býarfólk, heim(s)føðingar og heim(s)borgarar í Klaksvíkar kommunu – taka størri atlit til felagsvirðir í degnum í dag, í okkara samtíð og í søguni.
Soleiðis kunna vit vísa at handa- og andaliga virksemi okkara er savnandi, bæði tá talan er um nýhugsan, varðveiting og mentanararvin. 

Til samanberingar kunnu vit hyggja rundan um okkum og staðfesta, at ongin andsøgn er millum at vilja menna heimstaðin, og at varðveita vinnu- og mentanarligar varðar, tað verði seg hús og heim, bátar og bygningar, søgur og sangir, lógir og skipanir, mál og mið osfr.

Við hesum fáu orðum, vóni eg, at mín vón kann virka fyri at Klaksvíkar kommuna í nærmastu framtíð tekur fyrsta stig og boðar til fundar, har ÍDNI – seinasta smiðjan av sínum slag – og hennara framtíð, stendur ovast á dagskránni !

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…