Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stendur á gomlum nøglum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2019 - 17:27 Politikkur Tíðindi

Tað stendur nógv á samgonguni í løtuni. Framsøgumaðurin hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum mátti koyra uppskotið um broytingar í lógini um fyrisiting av sjófeingi hjá formanninum í Tjóðveldi aftur í nevnd, tí annars hevði tað fallið.

Málið sum var atkvøtt aftur í nevnd við 18 fyri og 15 ímóti snúgva seg um broytingar í lógini um fyrisiting av sjófeingi, sum Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri hevur lagt fyri løgtingið. 

  • Reglur um fiskiorku og flyting av rættindum í fiskidagaskipanini
  • Reglur um tilsøgn um at varðveita fiskirættindi
  • Reglur um menningarkvotur
  • Reglur um brúksskyldu á fiskirættindum
  • Uppboðssølu av botnfiski í Eysturgrønlandi
  • Aðrar tekniskar broytingar

Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður, boðaði áðrenn atkvøðugreiðsluna frá, at fór uppskotið aftur í nevnd, so verður málið helst ikki avgreitt, tí tingið fer í summarfrí fríggjadagin og heldur sostatt ikki tíðarfreistina. Løgtingsformaðurin hevur fyrr sent tingið til hús, tá hann sá tað fyri gott.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…