Lýsing
Lýsing

Húsarhaldsskúlin nú veruleiki

SKRIVAÐ: Óluva Klettskarð, løgtingslimur  |  03.05.2019 - 19:29 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi Vinna

Í gjár tók ein samd fíggjarnevnd undir við at heimila landsstýrismanninum at veita stuðul til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík. Stuðulin úr landskassanum er, í mesta lagi, 21 mió. og verður veittur sum rentufrítt og avdráttarfrítt lán.

Eg fegnist um, at málið vann frama í kapprenningini um at koma úr nevnd og soleiðis rúmd í tingviðgerðini og náddi harvið á mál.

 

Tíðin er komin

Húsarhaldsskúli Føroya hevur ikki havt sømilig kor at virka undir í mong ár.

Samgongan setti sær fyri at gera álvara av ofta umrøddum ætlanum at fara undir at byggja nýggjan húsarhaldsskúla saman við sjálvsognarstovninum. Skúlin er nóg ofta um- og útbygdur og umvældur, hann er ov trongur og ótíðarhóskandi og ongar seratovur eru. Og ikki ber til at økja um útbúgvingar- og skeiðstilboðini. Tíðin er komin, vit bíða ikki til 2022, men hava sett fyrireikandi pening av í 2017 og 2018, so farast kundi av álvara undir byggingina í 2019.

Á heysti 2006 setti nevndin fyri Húsarhaldsskúla Føroya eina verkætlanarnevnd at viðgera málið og gera eina tilráðing um bygging av nýggjum húsarhaldsskúla. Úrslitið av hesum arbeiði var, at eitt álit um at byggja nýggjan húsarhaldsskúla fyrilá í 2007, og varð handað táverandi landsstýrismanni, Jógvani á Lakjuni. Síðan hevur ein bygginevnd sitið, og byggiætlanin er til reiðar.

Skúlin kemur at standa á Biskupstorgi, tætt við nýggja íbúðarbyggingina á sandinum, har undanfarna býráð hevur lagt økið út. Og búðeind kemur at verða partur av skúlanum, sum Bústaðir kemur at standa fyri. Skúlin skal knýtast upp í grønu orkuskipanina við sjóvarfalsorku, sum hinir bústaðirnir í miðbýnum.

Klaksvikar kommuna hevur givið sína tilsøgn um íløgustuðul, so nú eru land og kommuna til reiðar at byggja nýggjan og tíðarhóskandi skúla í Klaksvík

 

Innovativur skúli

Hvat er ein husarhaldsskúli, og er ein slíkur tíðarhóskandi, spyrja mong. Er hetta bara ein gentuskúli? Ein fjumriløta eftir fólkaskúlan, eitt stað at fjasast eitt sindur við mangt og hvat, kanska onki? Nei, virðingin hevur ikki altíð verið nóg stór um hetta skulatilboð, haldi eg sjálv.

Hyggja vit, hvat skúlin lýsir við á síni heimasíðu, so sæst skjótt innovativi profilurin hjá skúlanum. Taraskeið er ovast á breddanum, hetta grønmeti úr sjónum, henda higartil óbrúkt rávøra í føroyska húsarhaldinum verður hugsað sum heilsubót, sum krydd o.a. Tari kann etast ráur, men eisini ber til at kókað, steikja, baka og turkað tara, møguleikarnir eru óteljandi. Skúlin bjóðar okkum øllum á skeið at royna alt hettar. Tey bjóða skeið í matvørureinføri fyri fólki, sum ætla at veita mat til ferðafólk í egnum heimi – heimablídni. arbeiða við mati á stovnum, sambýlum, fyritøkum, kantinum o.ø.

Og mong onnur góð og uppbyggjandi skeið verða hildin í heilsugóðum mati og ymiskum handarbeiði, og í veruleikanum líkjast fleiri háskúlatilveruni við vistarhaldi og samveru.

Eldsálir hava bygt upp. Norðoya kvinnufelag tók ítøkilig stig til skúlan í 1967, tá tær keyptu hús til endamálið, og eldsálir starvast enn á hesum stað.

Endamál skúlans er at nema sær kunnleika til evni, sum eru knýtt at dagliga virkinum hjá familjuni og tí einstaka menniskjanum í nútíðarsamfelagnum. Menning, kreativitetur og fakligheit eru í millum lyklaorðini, skúlin brúkar.

Vit kunnu siga, skúlin virkar sum eitt slag av eftirskúlatilboði, sum vit í alt ov lítlan mun eiga í Føroyum, serliga at bjóða gentum og ungum kvinnum skorta slík tilboð.

Skúlin er ein vistarskúli og hevur eitt árligt skeið á 26 vikur fyri 21 næmingum, og seinastu 15-20 árini hava tað verið 30-55 á bíðilista.

Várhálvuna virkar skúlin sum skeiðsdepil. Eini 400 fólk koma árliga í skúlan, og trivnaðurin er sera góður. Fólk koma aftur og aftur, og hvørt ár er long bíðirøð eisini til várskeiðini. Umframt fyrr nevndu skeið kunnu nevnast lívsstílskeið, foreldur og børn gera mat saman, reinførisskeið, matskeið, sum diabetikara fáa gott av o.s.fr.

 

Týdningarmikið starvsøkið

Matur er ikki bara føðsla og orka, kroppurin skal hava fyri at liva og orka at arbeiða. Tað hongur nógv uppi við mati av bæði samfelagsligum, mentanarligum, samskiftisligum, samleikaligum og sálarfrøðiligum týdningi. Matur umboðar bæði tíð og stað, ymiskan samleika og mentanarligan mun á fólki. Í dag flúgva hugtøkini um oyruni á okkum. Fast food, slow food, super food og so seinmodernaða í millum ungdómin í dag, “ommumat”. Tey ungu leita aftur til tað autentiska, tað sum einaferð var, tað heimagjörda o.s.fr. Alt hetta meðan verðarnir over there, ella hinumegin hav vaksa og vaksa, og fólk kring allan heimin gerast sjúk og alsamt tyngri av føðslu -skeivari ella ov nógvari

Og meðan sjónvarpið bólgnar av ger tað sjálv-sendingum, kreativum rality-sendingum, matsendingum, Luxusfælden, De unge mødre, ja, alt um hvussu ung ikki duga at liva lívið og skulu lærast at liva, so er tað hetta, tey gera á Húsarhaldsskúlanum! Læra at gerast tilvitað um húsarhald og egið lív, umframt føðslulæru, at duga at fara um, at liva eitt virkið og skapandi gerandisív.

Tí eitt húsarhald er sanniliga mangt.

Fyrr var húsarhaldsskúlin ein dannandi skúli, ein mentandi ella siðandi skúli. Og nógvar eru søgurnar um ungar gentur, sum fóru á húsarhaldsskúla, bæði í Føroyum og Danmark. Báðar langommurnar hjá synum minum í faðirlegg gingu á húsarhaldsskúla, og mangar søgur verða enn sagdar frá teimum. Ein er um ta strangu frk Sjarle, sum undir fyrra heimsbardaga mátti ansa serliga væl eftir rávøruni, av ringastu tíðum í til rávøru, og fáast mátti sum best burturúr. Hon segði við næmingarnar, tá tær lósu uppskriftina og skuldu lata út í rættin, at "Der står fløde, man kan bruge mælk  -vi bruger vand!"

Í dag er húsarhaldsskúlin ein týðandi mentanarberi. Meðan tey fyrr fóru at læra seg betri matgerð og kaga út um bøgarðarnar, so verður føroyskur siðaarvurin, sum er um at hvørva úr gerandisdegnum, borin víðari á húsarhaldsskúlanum. Her verður tikið upp av seyði, seymað yndir og gjørt alt handa slag burtur úr heystinum, og gamlar uppskriftir bruktar eisini í nýggjum sniði. Handverk sum at binda, seyma og brodera til føroyska búnan er á skránni, gomul snið, her verður virkað, bregdað og tólvtrað -alt møguligt, sum langt síðan er horvið úr gerandisdegnum verður tikið fram í ljósið, og ofta eisini endurnýtt og moderniserað. Og saman við gamla handverkinum verða modernað snið og kreativitetur sett í hásæti, bæði at skapa sítt egna og at duga at gera burturúr. Ógvuliga stuttligt er at vitja framsýningina við modernaðum mótashow, sum næmingarnir hava sniðgivið, evnað til og vísa fram. Einastandandi læruríkt og kreativt!

Sjálv havi eg minnir um henda spennandi og øðrvísi skúla, tó heldur óbeinleiðis, tá systir mín var á tí fyrsta húsarhaldsskeiðinum hjá frk Idu, ein donsk lærarinna. Og vit í Haraldssundi, sum mest brúktu salt og pipar, kanska var aromatið hjá Knorr eisini komið á borðið longu tá, ja, vit tóku til okkara og fóru st steikja lambskjøtið sunnudagar í rosmarin anno 1974, -stórt framstig.

Eg fari at takka øllum, sum hava stríðst fyri skúlanum og ynskja skúlanum til lukku og blíðan byr.

 

Óluva Klettskarð, løgtingslimur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin