Lýsing

Tobbi - ábyrgdin er tín!

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen, Ánirnar  |  13.05.2019 - 10:38 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Eitt er, hvat fólk siga, men tá ein borgarstjóri við evstu ábyrgd fyri trivnaði í kommununi úttalar seg soleiðis, sum borgarstjórin í Runavíkar kommunu gjørdi í tíðindasendingini hjá útvarpinum í gjárkvøldið, so kann eg ikki annað enn at tala at.

Viðmerking til Torbjørn Jacobsen

 

”Hatta visti tú áðrenn tú búsetti teg har! Fá tær oyraproppar! Grenj! Ætlar tú at koyra landið á heysin? Tá hatta ljóðið er vekk, so hoyrir tú okkurt annað, sum tú so ikki tolir!”

 

 

Slíkar útsagnir havi eg hoyrt ofta síðani eg var við til at stovna felagið Heimafriður. Útsagnirnar koma oftast frá privatum fólki, sum halda seg vita, hvat vit ”grenja” um. Men tað er ikki meiri enn væntandi og til at liva við.

 

Men nú er tað politikari við evstu ábyrgd fyri trivnaðinum í kommununi, sum roynir at skúgva ábyrgdina frá sær fyri at smyrja hana uppá veikasta liðið í samfelagnum. Ja, nú er tað tann einstaki borgarin, sum sjálvur kundi velja hvar viðkomandi búsetti seg. Hóast kommuna og land fara avstað við størra partinum av inntøku borgarans, so sær út til, at Torbjørn Jacobsen heldur, at borgarin hevur somikið óavmarkað av resoursum, at hann ella hon frítt kunnu velja hvar tey búseta seg.

 

Hetta er so langt frá veruleikanum, sum tað kann vera. Tí veruleikin er, at kommunan hevur rættiliga stórt vald yvir, hvar eg kann búgva. Tá eg og maðurin skuldu festa búgv, ja so vóru hús longu bygd á flestu grundstykkjum. Ikki tykkum at siga, so vóru tey best umtóktu jú als ikki til taks. Tað var heldur ikki soleiðis, at eg kundi velja mær ein praktiskan grønan plett og seta meg niður har.

 

Nei Kommunan skal fyrst útstykkja og gera ein bíðilista til grundstykkini. Síðani fylgja krøv við um nær og hvussu skal byggjast.

 

Í mínari tíð er prísurin fyri húsabygging farin eini 300 - 400 prosent upp, meðan lønin í sama tíðarskeiði kanska er farin 3 - 4 prosent upp. Tó gera ymisk avgjøld, sum eisini eru farin upp, at eg, hóast lønarvøksturin, havi tað sama ella minni eftir.

 

EG kundi bara hugsa um larm, áðrenn eg búsetti meg her, sum eg búgvi. Tað heldur ið hvussu er borgarstjórin í Runavíkar kommunu.

 

Men so einfalt er tað ikki og eitt slíkt úttalilsi vísir bara, hvussu langt Torbjørn Jacobsen er frá veruligu lívstreytunum hjá vanligum fólki, sum ikki hava stórar politikara- og landstýrismannalønir at dúva upp á.

 

Tá maðurin og eg keyptu hús, so hugdu vit okkum sjálvsagt um eftir teimum møguleikum, sum vóru. Vit kundu kanska bygt okkum hús, men tað helt bankin ikki, at vit høvdu fíggjarorku til. Ella vit kundu keypt onkur hús við frægari staðseting, men tey, sum vóru til sølu fyri ein hugsandi prís, vóru so illa farin, at bankin heldur ikki helt, at tað var nakað serliga gott hugskot.

 

Tilvildin vildi so, at tað stóðu nøkur spildurnýggj sera góð hús tætt við eitt havnalag. Hesi húsini svaraðu til tað, sum okkara fíggjarorka tá loyvdi, og vit gjørdu av at keypa hesi húsini. Tað var ikki eitt frítt val, men eitt val, sum var neyðugt fyri okkara familju.

 

Góði Tobbi. Heldur tú, at eg valdi sjálv? Hvør heldur tú hevði ábyrgdina av, at eitt bústaðarøki var lagt júst omanfyri eitt havnalag? Um tú heldur, at eg kundi velja at búgva í einum góðum húsum somikið langt frá einum havnalagi í Føroyum fyri ein prís, sum svaraði til fíggjarorkuna hjá vanligum lønmóttakarum, so hevur tú stórliga misskilt, hvussu tingini í einum samfelagi hanga saman. Um einstaki borgarin skal standa við hesi ábyrgd, sum tú soleiðis sleingir út, so haldi eg at tú skalt bera borgaranum tann peningin aftur, sum tú hevur fingið fyri at umsita júst hesa ábyrgd.

 

Nei onki visti eg um nakran larm, tá eg búðsetti meg her. Larmandi skipini, sum liggja í dagavís við kaj uttanfyri hjá mær, lógu ikki her, tá eg búsetti meg her. Tá lógu tey fyri akker úti á pallum kring landið.

 

Vælsignaðu politikarar, koyrið larmandi skipini útaftur hagar inntil ein frægari loysn er funnin.

 

Nú er tað soleiðis, at eg eigi fleiri børn og mín ábyrgd er at tryggja at tey eru trygg og at fyribyrgja vandum. Til dømis havi eg sett eldávarar upp í heimi okkara og fylgt galdandi vegleiðingum á tí økinum.

 

Orsøkin, at eg nevni eldávarar er, at eg kundi hildið gangin frá skipunum úti við oyravernd, men skal eg nýta oyravernd, sum heldur ganginum burtur, so vakni eg heldur ikki av eldávaringini. Tað ber til at fáa oyravernd, sum differentierar óljóðið, men óljóðið frá skipunum sleppur tíverri ígjøgnum.

 

Tað skuldi ikki verið neyðugt hjá mær, at greitt borgarstjóranum í Runavíkar kommunu frá, at óljóðið frá skipunum ikki kemur undir vanligt bakgrundsóljóð, sum slíkir oyraproppar eru ætlaðir til. Hinir bíligu eru faktisk stak góðir, men teir taka tíverri eisini ljóðið frá eldávaranum.

 

Eiga tey, sum búseta seg í dag at vita, hvat tey fara at tola av vaksandi óljóði og luftdálking og øðrum, sum vinnan fer at koma við í framtíðini? Ikki nýtist mær at argumentera fyri, at gangur veruliga er heilsuskaðiligur fyri menniskjað, tí kanningar og prógv fyri tí tróta ikki – serliga fyri áhaldandi gangi í longri tíð.

 

Í dag eru motorarnir túsund ferðir størri nú enn fyri tveimum ættarliðum síðani, og at vit kunnu rokna við, at motorarnir gerast enn størri í framtíðini. Ein slík gongd kann sjálvsagt ikki halda fram óendaliga, uttan at tað verður tillagað umhvørvið, soleiðis at fólkið kann liva og arbeiða har. Tað slagið av skipaljóði, sum føroyingar eru uppvaksnir við, er ikki tað vit tosa um her, men um sera ógvusligt óljóð av munandi størri skipum. Hesi skip mugu liggja við stórum ljósmotorum koyrandi í døgndrift, vegna stór frystianlegg, full av fiski. Hetta eru nýggjar tíðir, sum krevja nýggj atlit, ikki minst fyri tey, sum koma eftir okkum.

 

Nei, eg ætli mær ikki at koyra landið á heysin. Men ætla tit? Landið fer ikki einans á heysin av afturgongd í eini vinnu – men so sanniliga eisini um fólkið fer. Og tað er nakað, sum hendur av sær sjálvum, tá umstøður broytast og gerast óliviligar.

 

 

Torbjørn Jacobsen vil hava fólkið at tola tað ótoliliga, og tað er sanniliga nakað, sum kann koyra eitt land á heysin. Eg tori at gita, at ein heilt stórur partur av føroyingum hava ikki fíggjarorku til at flyta bústað, so hvørt sum nærumhvørvið ikki longur egnar seg at liva og búleikast í. Men tey flestu klára at flyta til Danmarkar – ein enn aktuel hóttan, sum Føroyar væl kennir til.

 

 

Nei, Tobbi, hetta er TÍN ábyrgd – og tað visti tú áðrenn tú stillaði upp!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit mugu virðismeta og raðfesta Strandfe…
Endur­nýtsla ella skilaleyst oyðsl?
Nú eru greitt nær KÍ spældir útsettu lan…
Húsarhalds­skúli Føroya fingið tilsøgn
Laksatorgið fer av bakkastokki í morgin
Føroyagrunnu­rin lýsir eftir umsóknum
Lægri lønarskatt og kappingarføra skatta…
Prince verður avloysara­skip fyri Smyril
Lova 33 hitastig í Luzern hósdagin
Útiguds­tænasta norðuri á Skarði
Smærri flogvøllir
Grund­stykkir í Fløtugerði í Leirvík
Tróndur í Gøtu kemur at liggja eitt knap…
Nýggjur stjóri á Landsverki
Trípartasamstarv um námsfrøði og fleiri…
Eldri hava eisini rætt til serlækna
Fekk sekkin fyri at ‘’tapa’’ móti KÍ
KÍ spælir neyvan lands­kappingardyst koma…
Dystirnir móti Luzern eru lagdir
Kom og takið synd í Fólka­flokkinum