Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Ranheim

Norskur leikari á veg til KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.05.2019 - 12:38 Ítrottur Tíðindi

KÍ er í holt við at tryggja sær ein norskan miðvallarleikara.

Fleiri norskir miðlar, harímillum Aftenposten, skriva, at norski miðvallarleikarin Magnus Stamnestrø er á veg til KÍ. Magnus er 27 ára gamal og hevur sáttmála við Ranheim í bestu norsku deildini. Men hann hevur havt trupult við at fingið spælitíð hetta kappingarárið. Av teimum 7 dystunum higartil í ár hevur hann spælt 11 minuttir, tá hann bleiv skiftur inn. Tveir dystir hevur hann sitið á bonkinum. Hann hevur verið darvaður av skaðum seinnu árini, men hevur síðstu mánaðirnar kunna vant við fullari ferð. Norðlýsið hevur spurt KÍ-venjaran, Mikkjal K. Thomassen, um hald er í søgunum í Norra, men hann hevur onga viðmerking til hetta í løtuni.

Talan er annars um ein leikara, sum hevur upplivað eitt sindur á síni fótbóltsleið. Hann er skrásettur fyri 55 dystir í bestu norsku deildini, har hann hevur skorað fimm mál. Eisini hevur hann árini 2011 og 2012 spælt á norska U19 og U20 landsliðnum. Árini 2010-2014 spældi hann við norska stórfelagnum Molde og árini 2015-2018 spældi hann við norska stórfelagnum Rosenborg. Leiktíðin var avmarkað, men var var hann at vinna fýra meistaraheitir og tríggjar steypakappingar hesi árini í Molde og Rosenborg. Hann var skrásettur fyri 24 dystir í Rosenborg og 26 í Molde.

 

Hann spælir fyri tað mesta sentralt á miðvøllinum, men kann eisini spæla sum kantur. Flytingargluggin í Føroyum letur upp 15. juni, so hann kann ikki spæla við KÍ fyrr enn eftir tað, um sáttmáli kemur uppá pláss.

 

Um hesin leikarin kemur, so er tað triði leikarin úr Noregi, sum verður partur av KÍ. Frammanundan eru Torbjørn Grytten og Simen Sandmæl partur av KÍ-hópinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba