Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gamla saltfiskahúsið í Mikladali verður café á Bakkanum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.05.2019 - 14:05 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Sigrun og Jógvan Sámal Heldarskarð saman við børnunum eru farin undir at umbyggja gamla saltfiskahúsið á Bakkanum í Mikladali til eina café..

Norðlýsið hitti tey bæði, Sigrun og Jógvan Sámal í hugnaliga heimið teimum í Fornágøtu í Klaksvík. Tey bæði siga, at Mikladalur fyllir nógv í hugaheiminum hjá familjuni. Sigrun er ættað úr Mikladali og er dóttir Líggjas í Hússtovuni.  Líggjas var sonur navnframa Magnus í Hússtovuni, ið gjørdist gamalur maður. Tá hann skifti, fekk Líggjas kongsgarðin at umsita, ímeðan beiggi hansara Eivindur fekk ognina.

Festi Hússtovugarðin

Eftir Líggjas, festi Sigrun garðin í Mikladali og hon og Jógvan Sámal búleikaðust í umleið 15 ár í Mikladali, har Jógvan Sámal umframt at taka sær av garðinum, tókst við ymiskt fyrifallandi. Hann fekk sær gravimaskinu og arbeiddi við tí, eins og hann hevði Strandferðsluna um hendir. Umframt at vera festari, arbeiddi Sigrun sum sjúkrasystur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Út at sigla

Jógvan Sámal, sum er sjómaður og maskinmaður, hevði hug at fara út aftur at sigla, so í 2006 flyta tey til Klaksvíkar, og systkinabarn Sigrun Eyðun Eliasen á Trøllanesi røkir garðin frá 2000 og eftir at Sigrun sigur festið frá sær, søkir Eyðun og fær festið.

Síðani Kópakonan var sett upp á Stórakneysa á helluni í Mikladali, hevur tankin verið frammi hjá okkum, at gera eitthvørt í samband við ferðavinnuna.

Kvettu ikki sambadið

Hóast Sigrun segði garðin frá sær, so kvettu vit ikki øll bond til Mikladals, minni enn so. Vit eiga framvegis sethúsini í Hússtovu og so eisini Saltfiskahúsið. Tað er Saltfiskahúsið vit nú byggja um til at vera café.

Orsøkin til at verulig gongd kom á málið var, at dóttir okkara, Margret skuldi gera eina uppgávu í samband við sína lestrarútbúgving í Danmark.

Dótturin setti fokus

Hon valdi húsið niðri á bakkanum, Saltfiskahúsið, sum evni til uppgávuna. Tað var hetta arbeiðið hennara, sum skoraði undir áhugan hjá okkum øllum. Sigrun sigur, at Jógvan Sámal hevði leingið tosað um at gjørt eitthvørt, men sjálv var eg eitt sindur afturhaldandi, men síðani dóttirin setti fokus á málið, hava vit øll, sum familja í veruleikanum fingið stóran áhuga fyri at standa saman um hetta tiltakið.

Eisini eitt savningarstað

Vit eiga tríggjar gentur og eg haldi eg kann siga, at allar hava tikið hetta til sín. Tað vit nú eru farin undir, skal vera gjørt í andanum hjá fólkunum, ið búgva her. Sjálvandi er tað ferðavinnan vit hugsa um, men eg hopi, at hetta kann blíva eitt pláss, har bygdafólkið hittist av og á. Eg minnist hvussu handilin var savningarstaðið í bygdini og eg vóni, at Saltfiskahúsið kann gerast eitt sum líkist tí í longdini.

Góð hjálp

Jógvan Sámal Heldarskarð hevur sjálvur tekna útbyggingina av Saltfiskahúsinum og nú øll loyvir eru fingin til vega er hann farin í gongd við góðari hjálp frá millum øðrum Fróða Josephsen, Petur Eli Jacobsen og Aksel Dalsgarð

Saltfiskahúsið

Ætlanin er at húsið skal vera í gamlan stíl, við flagtaki, grótveggjum og tí sum hoyrir til. Saltfiskahúsið er ikki stórt, tó tað er 10 metrar langt og 6 metrar breitt og í tveimum hæddum, fer at bera til at servisera nógvum gestum. Í kjallarahæddini verður køkur og sitipláss, ímeðan ovara hæddin verður gjørd við kvistum og nógvum glasi bæði omaneftir og norðureftir. Hetta fer at geva vitjandi gestum gott útsýnið oman til kópakonuna og yvir um Kalsoyarfjørð og til Kunoynna, samstundis sum útsýnið norðureftir bakkanum og út á hav verður gott.

Byrja seint í summar

Helst seint í summar er ætlanin at lata upp fyri vitjandi. Ovara hæddin verður neyvan liðug fyrr enn í komandi ári. Men vit miða í móti at kunna byrja spakuliga í niðaru hæddini í ár. Júst hvat vit fara at borðreiða við hava vit ikki lagt heilt fast enn, tí vit fara eisini at læra av tørvinum hjá teim vitjandi og fara at lagað okkum eftir tí so vítt gjørligt. So vit kunnu siga, at vit fara at byrja onkustaðni, ein cafe við kaffi og køkum og suppu verður tað fyrsta, sum vit fara at bjóða viðskiftafólki.

Eitt spennandi hús

Skal eg siga tað sjálvur, so haldi eg at hetta verður eitt spennandi hús, sigur Jógvan Sámal at enda. Grótveggirnir eru væl gjørdir, so ætlanin er at hava teir so ráðar sum gjørligt. Gamla gólvið og undirsløgini ímillum hæddirnar verður varðveitt sum loft í niðaru hæddini, í meðan fínari gólv verður lagt á í erva. Hartil eru nógv gomul brúksting komin úr Saltfiskahúsinum, sum vit ætla at varðveita og fríðka um við

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB