Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Móttøka á Politistøðini í Klaksvík í dag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.05.2019 - 17:25 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tvinnar orsøkin vóru til, at eitt lítið hátíðarhald var á politistøðini í Klaksvík í dag. Onnur orsøkin var at Karl Johansen tann 1. juli fer frá sum politistur. 1. mai hevði Karl sín 40 ára starvsdag í politinum, tó var hann eitt skifti í farloyvi í umleið 3 ár.

John Kølbæk, fúti segði nøkur orð, og takkaði Karl fyri sera gott samstarv og helt hann, at Karl hevði verið ein góður talsmaður og kollegi í politinum. Hann helt at Karl var meira til at slætta sjógvar í samfelagnum enn at sita inni við skrivligum uppgávum. John Kølbæk segði eisini at hann hevði merkt virðingina, sum borgarar høvdu fyri Karl Johansen. Absalon Áargarð formaður í politistafelagnum bar eisini eina heilsan til Karl. Tað sama gjørdi Unn Bjarnadóttir frá felagsskapinum KSO í er stuðulsbólkur politistanna. Annika Færø, ið hevur starvast saman við Karl á Politistøðini í Klaksvík í heili 31 ár, segði eisini nøkur orð og takkaði fyri gott samstarv.

Leiðarin fyri Norðurøkið, Jan Poulsen hevði eina dupultuppgávu. Hann takkaði eisini Karl Johansen fyri framúr gott arbeiði og trúgva tænastu, síðani handaði hann Karli Jubilæumsdiplom frá Ríkispolitichefinum fyri tey 40 árini Karl hevur verið í tænastuni. - Við einum smíli mátti Jan Poulsen eisini taka eitt annað pappír fram, og tað var uppsøgnin av Karli. Karl takkaði fyri og segði at hann hevði sjálvur biðið um tað, so uppsøgnin kom eftir egnum ynski.

Eini 30-40 fólk vóru til móttøkuna á politistøðini í dag.

Karl Johansen heldur tó fram sum sýslumáður, hóast hann fer frá sum politistur 1. juli í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
- KÍ kvinnur­nar hava stórt potentiali
Norðoya­tunnilin setur dám á blaðið
Upptakt: B68-KÍ
Talvkapping í Kafé Fríðu
Backgammon kapping í Kafé Fríðu
KÍ-leikari sleyt hælsinuna undir kvøldsi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir kró…
Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026
Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gun…
Virkið Vár: Skattaveiða fyri børn í skúl…
Virkið Vár: Stokkakvøld í 1912
Lýsing