Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ættin liggur beint inn á vánna í dag. Vindferðin í morgun hevur í miðal ligið um 5-6 m/s; hvirurnar hava verið upp í 15 m/s. Seinnapartin fer vindurin at minka. | Mynd: Undirritaði

Høgætt restina av mánaðinum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.05.2019 - 08:20 Tíðindi Veðrið

Tað verður ikki fyrr enn sunnudagin á Norðoyastevnu, at lágættin kemur aftur. Soleiðis sær tað út í løtuni, ið hvussu so er.

Eitt hátrýst yvir Eysturgrønlandi sendir kalda luft av Norðpólinum til Føroya. Støðan líkist nógv henni, sum var fyrstu vikuna av mai í ár.

Áhaldand høgættin er støðugt kølandi, og hitalagið fer tí nøkur stig niðureftir. Í dag er hitin væntandi ímillum 4 og 8 stig. Men næstu dagarnar lækkar hitin eitt sindur. Týsdagin í næstu viku er hann ætlandi komin niður í 1 til 5 stig. Tað er ikki tað, ein tímur so væl at hoyra hesa árstíðina.

Men soleiðis tykjast viðurskiftini at vera í niðasta parti av lufthavinum í morgun. Ikki so óvanligt, tað er meiri enn so hent fyrr.

Hetta til annan sunnudag eru 9 dagar, og tað er ógvuliga long tíð, tá ið hugsað verður um, hvussu veðrið fer at verða. Tað skal ikki serliga stór broyting í viðurskiftunum til at gera forsøgnina til skammar.

Vit fáa at síggja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði