Lýsing
Lýsing
Lýsing

Verður Annika Olsen vald í Fólkatingið, verður Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  26.05.2019 - 18:02 Politikkur Tíðindi

Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Annika Olsen, hevur gjørt greitt at verður hon vald í Fólkatingið, leggur hon borgarstjórasessin frá sær.

Tá fólkatingsvalið er av er hálvt annað ár eftir av valskeiðnum hjá sitandi býráð í Tórshavnar Kommunu. Men stutt eftir at Fólkaflokkurin kunngjørdi at Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, var valevni til fólkatingið, boðaði Annika Olsen frá, at um hon varð vald í fólkatingið fór hon at siga borgarstjórasessin frá sær.  Men lyfti sum Annika Olsen hevur givið veljarunum kann kosta Fólkaflokkinum í Tórshavnar býráð borgarstjórasessin.

Ferð Annika Olsen úr býráðnum, kemur Sjúrður Olsen inn ístaðin og hann váttar í kvøld fyri Norðlýsinum at tekur hann sæti í býráðnum ferð hann at atkvøða fyri Heðin Mortensen, tá borgarstjórin skal veljast.

- Eg haldi at Heðin bliv valdur av borgarunum til borgmeistara við heili 2.506 atkvøðum. Tað eiga vit at lurta eftir, sigur Sjúrður Olsen í stuttari viðmerking.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja