Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bragd sera góðan túr í dag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  31.05.2019 - 14:55 Tíðindi Vinna

Fyri løtu síðani tosaðu vit við skiparan á Bragd Oddmar Niclasen. Oddmar sigur, at teir hava um 11.500 pund í dag, vit góvu minni upp á søluni, men tað royndist betur enn vit væntaðu. Meginparturin er hýsa, kanska 2000 pund av toski. Nakað av hvítingi er eisini uppi í umleið 500 pund. Eg haldi eg kann siga, at eg havi ikki verið við til at fingið so stóra hýsu á vetrinum, sum í dag. Umleið 2.500 pund meti eg at vit hava av hýsu eitt, tóat vit bara góvu stóru hýsuna til at vera 800 pund.

Tað er ógvuslig skrift á eccoloddinum, líka frá Pollinum og norður um Kallin har vit settu. Hvat tað er sum skrivar veit eg ikki, men vit fingu onkrar stórar sildir í fiskinum í dag. Eg trúgvi ikki at tað er nebbasild, ið skrivar, tí so hevði toskurin valla tikið.

Vit síggja nakað av sjófugli, mest lunda, men tað er heilt inni við suður ímóti Mikladali og har á leið. Úti á er onki av fugli at síggja, sigur Oddmar Niclasen og leggur afturat, at teir hava verið tveir aðrar túrar hesa vikuna, annar upp á 8.100 pund og hin upð á 8.300 pund. - Bragd verður á Klaksvík um eina løtu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
Lýsing