Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bringumynd av Jógvan Waagstein avdúkað

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  31.05.2019 - 22:47 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað er Norðoya Sparikassi, su saman við Klaksvíkar kommunu, ið hevur skipa fyri at seta upp hesa bringumyndina av tónlistamanninum, læraranum, myndlistamanninum Jógvani Waagstein.

Nógv var gjørt burturúr í dag, Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini bjóðaði vælkomin í skúlahøllini, har ein móttøka fór fram, áðrenn sjálv avdúkingin bleiv gjørd yviri á Grundum hjá Vágsmonnum ella í býarlundini, sum tað eitur í dag. Kirkjúkórið í Christianskirkjuni lang, Andras Sólstein segði frá um Waagstein og Tónlistaskulin framførdi "Tíðin rennur sum streymur í á. Gulla Øregaard, abbadóttir Waagstein segði frá um abba sín. 17 sangarar sungu og ales Sólstein hugleiddi. Ingibjørg Hansen og Magni Huusgaard framførdu "Í búri" og at enda tók Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa samanum og bjóðaði øllum oman í býarlundina og niðanaftur í skúlahøllina aftaná til ábit.

Limir í Klaksvíkar Hornorkestri spældu til avdúkingina og tað var Gulla Øregaard ið avdúkaði.

Alex Sólstein greiðir frá:

JÓGVAN WAAGSTEIN

Hugleiðingar um ommubeiggja

Í átjanhundrað og áttatiárunum gingu í Gerðatúni tveir dreingir, sum báðir itu Jógvan og  høvdu Joensen sum eftirnavn; páparnir vóru brøður og itu Sámikkal Lærarin og Óla Klokker, so dreingirnir vóru systkinabørn. Fyri at kenna teir at, so kallaðist annar Jógvan har Yvuri, og hin Jógvan í Skúlanum. Komnir il mans fingu teir sær báðïr nýtt eftirnavn. Jógvan har Yvuri kom at eita Jógvan Kjølbro og Jógvan í Skúlanum kom at eita  Jógvan Waagstein, nøvn sum komu at festa seg í føroyska samfelagnum, annar sum fremsti vinnulívsmaður og reiðari, hin sum undangongumaður innan málningalist og tónleik. Kjølbro hevðï sítt virksemi her í bygdini, men Waagstein kom at búgva størsta partin av lívinum í Tórshavn. Men tað var ein serlig orsøk til tess.

Waagstein var liðugur sum lærari  frá Jonstrup og Føroya  Seminarium 1902-03 og var byrjaður í skúlanum her í bygdini saman við pápanum.  Ásmundur úr Hvalvík segði einaferð fyri mær, at mamma hansara, sum gekk í skúla hjá Gamla Lærara, hevði sagt honum, at ein dagin kom Gamli Lærari inn í skúlastovuna og segði: Nu skal min søn Joen til Thorshavn for at være organist. Tað vil siga, at úr Havn hava teir sent boð eftir honum at koma at spæla orgul í Havnar kirkju, og tað er einki at siga til, at Waagstein, sum hevði sovorðan hug til tónleik og sang, og sum  í lestrartíïni í Danmørk hevði fingið undirvísing sum oganistur, at hann tók av. Tí einasta pípuorgul í landinum tá / stóð í Havnar kirkju, meðan flestu kirkjur vóru uttan orgul, ella kanska onkur eitt harmonium ella stovuorgul, so var bert her í Havn, at Waagstein kundi spæla størri verk á orgli.

Mítt fyrsta minnið um ommubeiggja er úr Víkunum hjá ommu míni. Hann plagdi at koma norður í summarfrítíðini at vitja systur sína, sum var omma mín. Omma hevði bakarí, og tá Waagstein var her, so var altíð bakað grahamsbreyð til hansara. Hann hevði ein heldur erkvisnan maga. Var hann her norðuri, so sat hann ikki hendur í favn, men hevði málaraútgerð við sær. So eg havi onkuntíð verið við honum, meðan hann á lørifti framaldi hesar vøkru myndirnar av landslagnum her norðuri. Eg minnist meg at hava sitið á onkrum steini norðuri á Ánarvegnum, meðan hann málaði húsini norðuri á Strond og umhvørvið norðureftir, og eina aðra ferð úti á Oyrarvegnum, meðan hann málaði mynd av Gravaráunum.

Ommubeiggi var rættiliga impulsivur. Einaferð eg lá sjúkur uppi á loftinum heima hjá okkum, kemur klavertónleikur úr stovuni og sangur. Tá er  Waagstein komin á vitjan og hevur sett seg við klaverið og sker í at syngja við síni kláru og rættiliga sterku rødd.  Møguliga var tað Signaða sól, hetta  stórfingna og pompøsa lagið, hann treiv í.

Í 48/49 fari eg til Havnar at ganga í studentaskúla. Studentaskúlin var tá úti á VBV, eini hús, sum stóðu úti móti Skansanum og ikki so langt frá Abbatrøð ella Glasheyggi, har ommubeiggi búði. Hann gekk ofta túr tann vegin, so vit møttust onkuntíð. Ein dagin segði hann við meg, kom inn, eg skal spæla eitt nýt lag fyri tær, sum eg havi gjørt. Vit fóru inn og hann setti seg við klaverið og spældi eitt lag, sum hann sang til, men ikki havi eg fest meg við, hvat tað var fyri eitt lag ella orð, men møguliga kann tað hava verið eitt nýtt lag til tjóðsong okkara; tí lagið hjá Alberg dámdi honum ongantíð rættiliga.

Eg haldi tað var heystið í 48, at Eva í Horni, systkinabarn mammu mína giftist við Karl úr Sumba. Hon fór og bað Waagstein um at spæla brúðarmarsjin fyri sær, og tað gjørdi hann, hóast hann fyri fleiri árum síðani var farin frá sum organistur. Men hon hevði sungið í kóri hjá honum, síðani hon var smágenta, so hon vildi fegin, at hann var organistur, tí hann var helst einasti í Havn, sum tá var førur fyri at spæla brúðarmarsjin á einum pípuorgli . Eg var í brúdleypi, so eg fór upp á loftið til ommubeiggja og, hóast viknaður av sjúku,  upplivdi eg hann sum ein sera hábærsligan organist, har hann sat og spældi brúðarmarsjin av Mendelsohn. Tað var helst seinastu ferð, hann spældi á orglið í Havnar kirkju, sum hann hevði haft um hendi í meira enn 40 ár.

Árið eftir, um heystið í 49 andaðist Waagstein, og var eg við at fylgja honum til hansara seinasta hvíldarstað-

Alex Sólstein

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Regin smiður góð ummæli
Boða frá nýggjársbáli
Hesir kunnu skifta felag fyri einki
Kalt alla vikuna
Jobmatch í dag
Nær verður býráðið innkallað í Fuglafirð…
KÍ V-blusan í Bláa Skýlinum hevur stolta…
Ukraina eigur at lata land frá sær fyri…
Nógv minni arbeiði verður á føroysku vir…
Ungir knassar vunnu Bylgju Cup
Varpið, ein altjóða pallur
Bylgjucup, árliga innandurakappingin er…
Tríggjar fýrverkssølur í Klaksvík
Skoytubreytin opin
Nýggja bókin hjá Páll Isholm er nú at fá…
Halda formin við líka
Nýggjársveitslur í Betesda leygar­dagin 2…
Meinhard vandi við KÍ í kvøld
Nakrar viðmerk­ingar til elveitingar­lógin…
Arbeiðið við at fyrireika universitetssj…