Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minnisrit um Hjarnar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.11.2025 - 10:19 Mentan Tíðindi

Hjarnar hevur virkað á føroyska tónleikapallinum í góð 50 ár. Teir gingu undan, og vóru partu av einari tíð, har rokktónleikurin av sonnum hevði góð gróðrarlíkindi. Í Klaksvík var Ulle Barr staðið. Ulle Barr var har, sum foyérurin í Atlantis er í dag. Í sjálvum salinum var biografur og dansur, eins og Atlantis eisini húsaði diskotekklubban, ið hevði tað eksotiska navnið Atlantic Disc Lovers.

 

 

Hjarnar gjørdist skjótt ein hin best umtókti tónleikabólkurin í Føroyum. Tónleikararnir vóru framúr góðir, sangarin framúrskarandi, og ikki minst tá talan var um sjálva framførsluna á palli. Harumframt rakti Hjarnar tíðarinnar tóna eins og „dreivið“ á pallinum var bæði skjótt og gott.

Í blaðnum (78 síður) kanst tú millum annað lesa um søguna hjá Hjarnar, um tíðina tá ið teir vóru á turné í Danmark, um hvussu sangurin “Alla Nátt” gjørdist til veruleika ella hví bólkurin eitt skifti broytti navn til “Sunny”.

Fleiri áhugaverdar greinar og eldri myndir eru inni í blaðnum, sum er gjørt til hetta serliga høvið, nú Hjarnar verða heiðraði í Varpinum 7. og 8. november við stórslignari heiðurskonsert.

Ein góð jólagáva, mandlugáva, eitt serligt minni ella bara nakað, ið kann styttar tær stundir nú jólini nærkast.
 

Møguligt verður at keypa hetta serstaka blað í bókahandlunum kring landið, og fer tað at kosta 149 kr. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…