Lýsing
Lýsing
Lýsing

Óli P. og Alex hugleiddu um Rukkulakkan

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  01.06.2019 - 21:22 Mentan Myndarøð Tíðindi

Stuttligt var í Miðhøllini í dag í sambandi við eina broytframsýning úr Rukkulakkanum, at hoyra Alex Sólstein, 88 ár og  Óla Petersen 80 ár greiða frá tíðini við rukkulakkanum, um hvussu hann kom í lag og mongu hugskotini handan hann, og um teir mongu, sum stóðu aftanfyri, summir nevndir og aðrir ikki.

Fyrsti Rukkulakkin kom út á Norðoyastevnu í 1958 og vóru tað serliga Willy Sørensen og Alex Sólstein, sum løgdu hann til rættis. Hetta vísti seg at veðra eftir tátíðar meti og nógv ár fram - ein succes.

Ritstjórnin vaks og vóru mangir, sum høvdu góð hugskot til Rukkulakkan, ið var ein afturlítandi “mynd og frásøgn” av tí, ið hent var árið fyri – tó helst við einum skeivum smíli og vinkli.

Tá ið Alex Sólstein beiv skúlastjóri í 1960 tók hann seg úr, men Óli P, Willy Sørensen, Nølli Kjølbro – onkuntíð Eli Nolsøe og Bernhard Brim og aðrir hildu fram. Rukkulakkin kom út frá 1958 til 2081, tó ikki 1976, 77 og 78.

Upprunin til Rukkulakkan var helst helst læknastríðið, sum legði eina heldur døkka tíð yvir Klaksvík og lítið felagslív var í mong ár, greiðir Alex Sólstein frá. Tað bleiv so ein fundur við m.ø. Jóhan Nielsen, presti, Símun Hansen, Robert Joensen, John Reid Bjartalíð, Alex Sólstein, Óla Dahl og øðrum.

Úr hesum fundi spratt m.a. eisini, at stig vórðu tikin til at skriva kenda ov væl lídda jólablaðið, Hugnalig jól, sum kom út á fyrsta sinni í 1959 og helt fram væl inn í 80-ini. Og eisini kom Rukkulakkin árið fyri í 1958. Annað mentanarligt virksemi tók seg upp við sjónleiki og fótbólturin gekk sína gongd við eina mest John Reid Bjartalíð sum undangongumanni.

Eftir prátið varð hugt nærri at teimum ymsu tekningunum, og søgurnar vóru “óendaligar”, sum lógu handan ymsu myndirnar, og eingin strika varð sett tilvildarlig. Har vóru nógvar áhugaverdar “detaljur” ella smálutir, sum Óli greidd ósmæðin frá við einum skálkasmíli.

Og Rudolf Joensem, sum kendi væl flestu søgurnar, dugdi eisini at koyra undrir, so tað var rættiliga hugtakandi at hoyra um hetta skemtiblað, har tað lá ein størri samfelagslig hugsjón aftanfyri, har smílið og tað skálkaliga lá frammalaga, tó uttan at nakar tók sær tiknir av tí.

Tvørturímóti, var onkur sum hevði talað at okkurt árið, hví hann ikki var við í ár, sum um hann ikki var nóg stuttligur ella dugnaligur. So hjá summum kendist tað sum ein heilur at hava ein leiklut á onkrari síðu í Rukkulakkanum.

Jú, tað var eitt fragt at ganga saman við Alex og Óla og hoyra søgurnar, ið lógu undir – og so allir teir kendu persónarnir, Ewald Kjølbro, Eli Nolsøe, Óla Jákup Jacobsen, Bernhard Brim, John Reid Bjartalíð, Erling Laksafoss og so allir hinir. Sanniliga setti Rullulakkin lív í langa tíð, sum endamálið var við honum.

Framsýningin úr Rukkulakkanum er í Miðhøllini á Skúlatrøð, sum partur av Norðoyastevnuframsýngini hjá Rotary Klaksvík og er opin 15.00 – 20.00, sunnudagin – Norðoyastevnudag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…