Lýsing
Lýsing
Lýsing
Veðrið i morgun kring vøllin. Tað kendist úr honum í morgun - ringt at gera seg alt ov klókan uppá, nær ella um dropar detta úr skýnum. Tað skal bert lítil broyting til, so halda spádómarnir ikki... | Mynd: Undirritaði

Dystarveðrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.06.2019 - 11:37 Tíðindi Veðrið

Tað er vátt í veðrinum í dag í Klaksvík. Tað regnar ikki í skrivandi løtu (11:30), men heldur surk, tað er tað sum normenn kalla yr.

Ættin í morgun er landnyrðingur-eystan, og tað fer hann eisini at gera seinnapartin. Vindferðin fyri landið er í miðal 3 til 8 m/s.

Luftin stavar frá Suðurevropa og miðjum Norðuratlantshavi. Hon fer ein umveg norður ígjøgnum Norðsjógvin, áðrenn hon kemur til okkara.

Luftin er mettað – t.e. full í vætu – og lítið skal til fyri at fáa avfall. Ringt er at gera av, um tað fer at regna ella ikki.

Soo…eitt boð uppá veðrið, meðan dystur er í Klaksvík í dag ímillum KÍ og AB, fara vit at hava 3-8 m/s av landnyrðingi-eystri. Tað fer at vera grátt í veðrinum, møguliga sirm ella regn í løtum. Hitin fer at liggja um 8 stig.

Góðan dyst – og koyr á KÍ

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…