Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgin áheitan frá Framtakinum

SKRIVAÐ: Gunnvá Tróndardóttir Joensen  |  04.06.2019 - 19:05 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Eg má viðganga, at eg bleiv bilsin, tá eg las, at Framtakið vísti á at stuðla Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið. Framtakið hevur ikki umboð uppstillað og biður teirra stuðlar um at stuðla Jacobi Vestergaard. Orsøkin skal vera, at Jacob Vestergaard og Bill Justinussen vóru teir einastu, ið talaðu at, tá Framtakið ikki var boðið við til politisk tiltøk. Og av tí at Miðflokkurin ikki er uppstillaður til fólkatingsvalið, heitir Framtakið á teirra stuðlar at stuðla Jacobi Vestergaard. Eg haldi, at grundgevingin er sera løgin. Sjálvandi skulu allir flokkar verða bodnir við til tiltøk, og tað var í lagi, at Vestergaard og Justinussen gjørdu vart við tað. Men hjá Framtakinum at brúka tað sum orsøk til, at tey, sum vilja tað sama sum teirra flokkur, skulu velja Fólkaflokkin, tykist mær sera undarligt. Eg havi størstu virðing fyri Framtakinum. Arnfinn á Birtuni og eg eru samd um sera nógv viðurskifti, og hevur hann verið mær ein hollur stuðul gjøgnum alt mítt stríð. Hann hevur altíð svarað mær upp á alt, sum eg havi havt av spurningum um cannabis, og tí, ið tí víðvíkur, eins og nógvum øðrum. Tí hann hevur eina sera breiða vitan og hevur arbeitt fyri sakini í fleiri ár.

MEN! Tað er bara Javnaðarflokkurin, sum hevur umboð uppstillað til bæði fólkatings- og løgtingsvalið, sum týðuliga vil tað, sum Framtakið er sett á stovn fyri. Javnaðarflokkurin heitti á meg um at stilla upp bæði til fólkatings- og løgtingsvalið. Eg havi altíð hoyrt til og stuðlað Javnaðarflokkinum, og er tað mær ein gleði at kunna stilla upp fyri flokkin. Við at biðja meg sum valevni vísir flokkurin eisini, hvørjum hann vil stuðla, nevniliga søkini, ið eg havi arbeitt við í nøkur ár: at føroyingar skulu hava betri atgongd til cannabisúrdráttir. Hetta havi eg verið fortalari fyri, í rættinum fyri, og goldið mín sakarmálskostnað fyri - bæði peningarliga og persónliga. Tí haldi eg, at tað er sera løgið av Framtakinum at vísa til Fólkaflokkin og ikki til Javnaðarflokkin, sum eg umboði.

Spurningurin er so aftur, um ikki hetta arbeiðið verður best framt í Føroyum og ikki á fólkatingi? Men við at vísa sín stuðul til hetta valið, leggja vit grundina fyri løgtingsvalinum. Tí vil eg við hesum heita á allar Framtaks-stuðlar, sum flokkurin sjálvur kallar tey, og tey, ið annars stuðla sakini, um at velja Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið.

 

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…