Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórur spenningur í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.06.2019 - 18:28 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Nú stutt er til valhølini lata aftur, er rættiliga greitt, at vallutøkan ivaleyst verður størri enn til undanfarin fólkatingsval. Bæði í Føroyum og Danmark er spenningurin størri enn vant, og júst tann sama støðan ger seg galdandi í Norðoyggjum, har størsta valstaðið, Klaksvík, eisini boðar frá eini munandi størri vallutøku enn til seinasta val.

Stórur spenningur er í Sambandsflokkinum. Stóri atkvøðuslúkurin hjá Norðoya Sambandsfelag Bjørn Kalsø stillar ikki upp til fólkatingsvalið hesaferð, og spenningurin er um, hvørja undirtøku nýggja valevnið hjá flokkinum í Norðoyggjum, Sunneva Simonsen Ludvig úr Hvannasundi, fer at fáa.

Eisini er spennandi, hvussu valevnini hjá Fólkaflokkinum fara at klára seg innanhýsis. Leingi hevur ljóðað, at Jákup Mikkelsen ikki fór at stilla uppaftur, men hann stendur á atkvøðuseðlanum. Saman við honum stilla eisini Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir og Beinir Johannesen upp. Beinir Johannesen fekk eitt heilt gott úrslit á seinasta kommunuvali, og í Fólkaflokkinum er mesti spenningurin um, hvussu Elsebeth, Beinir og Jákup fara at standa seg, ikki minst í mun til hvønn annan.

Tjóðveldi hevur verið í andróðri í Norðoyggjum vegna sín fiskivinnupolitikk, og ein teirra, sum hevur fingið nógvar ákoyringar fyri tað, er Óluva Klettskarð úr Klaksvík. Seinasta kommunuval misti hon sessin í býráðnum í Klaksvík, og flokkurin fór úr 3 niður í 1 umboð. Tað eina vinnandi umboðið, Steinbjørn O. Jacobsen, var ivaleysur í, hvør orsøkin var: “Tað er fiskivinnunýskipanin!” Her er tí eisini spenningur um undirtøkuna hjá Tjóðveldi og Óluvu Klettskarð, sum er einasta valevnið hjá flokkinum í Norðoyggjum hesa ferð.

Tað mest markanta valevnið hesaferð hevur uttan iva verið Jógvan Skorheim. Hansara politikkur at lata stólin standa tóman hevur vakt ans, og flokkurin hevur fingið framgongd í veljarakanningunum eftir hesa útmeldingina. Tað er væl neyvan nakar, sum roknar við, at Sjálvstýri vinnur sessin, men tað er kortini spennandi, um hendan avgjørda loysingarkósin fer at geva fleiri atkvøður. Spurningurin her er eisini, um vit fara at síggja eina borgarstjóraeffekt her.

Javnaðarflokkurin er tann, sum uppstillar flestar norðoyingar. Umframt landstýriskvinnuna Eyðgunn Samuelsen stilla eisini tingmaðurin Jónleif Johannesen upp, eins og Finnbjørn Vang og Gunnvá Tróndardóttir Joensen. Hartil verður løgmaður, Aksel V. Johannesen, eisini av fleiri framvegis roknaður sum norðoyingur, hóast hann ikki longur býr í økinum. Verður hann taldur við, eru 5 av 15 valevnum á Lista C úr Norðoyggjum.

Miðflokkurin stillar ikki upp til Fólkatingið, og tað er tí áhugavert, hvat tað fer at merkja. Allir veljararnir sita neyvan heima av hesi orsøk, og hvar teirra atkvøður so fara, veit ongin. Eftir hvørjum flokkurin hevur atkvøtt saman við síðstu 4 árini ber at gita til Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, men hetta er als ikki vist.

Ikki minst er fólkatingsvalið spennandi, tí tað fer at geva greiðar ábendingar um komandi løgtingsval. Í 2015 vunnu teir flokkar, sum vunnu fólkatingsvalið, eisini løgtingsvalið, ivaleyst tí so stutt var ímillum. Tað er líka stutt ímillum hesaferð, og tí fara neyvan nógvar atkvøður at flytast millum flokkar – sjálvsagt burtursæð frá atkvøðunum hjá Miðflokkinum og Framtakinum.

Sum ein navnframur norðoyingur segði – Her er háspenningur í luftini!

Norðlýsið hevur koyrt ræst í pottin og ynskir øllum eitt gott valkvøld!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!