Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt tilfar frá FourMENh

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.06.2019 - 18:37 Mentan Tíðindaskriv

FourMENh er ein tónleikabólkur, sum sá dagsins ljós summarið 2011. Upprunamanningin var Mouritz Mohr, sum spældi sologittara og sang, Elmar Hansen spældi trummur, Njál Reinert Petersen sang, spældi kassagittara og ljómborð, og Hugo Leo sang og spældi bassgittara. Navnið FourMENh er eftir forbókstøvunum á teimum fýra tónleikarunum. FourMENh legði seg eftir at spæla dansivinarligan tøkutónleik, og hava FourMENh spælt javnan til ymisk tiltøk, t.d. Countryfestival, Dansibandsfestival, stevnudans og bátafestivalar.

Síðani summarið 2015 hevur manningin verið tann sama. Mouritz Mohr spælir sologittara og syngur, Jens Pauli Joensen spælir trummur, Njál Reinert Petersen syngur og spælir kassagittara (Njál er við, tá hann ikki er til sjós), Hugo Leo syngur og spælir bassgittara, og Magni Husgaard spælir upp á ljómborð.

Byrjanin til sangin “Kærleikin er besta mið” byrjaði um ársskiftið 18/19, tá ið Countryfestivalurin bað teir spæla á festivalinum 14. juni 2019. Tónleikararnir í FourMENh vóru samdir um, at tað hevði verið stuttligt og mennandi fyri bólkin at gera egin løg, og tað gekk ikki so leingi, so hevði bólkurin nøkur løg. Tekstirnir hava Páll Isholm, Tórhallur við Gil og Eyðun Klakstein skrivað.

Magni Husgaard hevur gjørt lagið, og Páll Isholm hevur skrivað tekstin til sangin “Kærleikin er besta mið”.

Væntandi koma onkur løg út afturat í ár.

Hoyr lagið her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu