Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólksins ogn - men ikki til øll?

SKRIVAÐ: Irdi Jacobsen, borgarstjóri Hvannasunds kommuna  |  12.06.2019 - 07:23 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Nú verður ikki leingi til landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum aftur fer at útluta teimum útvaldu økjunum í landinum menningarkvotur.

Norðoyggjar og eysturoy eru útilokaðar at fáa part av havsins ríkidømi sum menningarkvotu, tí reiðarí í Klaksvík, Gøtu og Fuglafirði eiga skip og kvotur, sum í nógvum førum eru dýrt keyptar.

Um hesa tíðina í fjør kom umsókn um menningarkvotu frá virkisfúsum fugloyingi. Ætlanin var at keypa skip og lata flakavirkið í Norðdepli uppaftur.

Umsóknin varð ikki játtað.

Umsøkjarin varð ikki so frægt sum biðin at møta í fiskimálaráðnum at greiða frá hesi spennandi ætlan.

Hví? Tí Norðoyggjar (Klaksvík) hava so nógv frammanundan.

Er hetta rætt? Og sæð í bakspeglinum nú nakrar verkætlanir fingu kvotu, hvat merkir so menning?

Eg vildi trúð at menning merkir at menna eitt øki búskaparliga. Tað eru ikki nógv arbeiðspláss eystanfyri Múla. Og ógvuliga fá í fiskivinnuni. Fólkatalið stendur í stað, og barnatalið í skúlunum er nógv minkað seinastu árini. Tey allarflestu sum búgva her, mugu av bygdunum til arbeiðis.

Meinar sitandi samgonga tað ikki, tá tey siga at havsins ríkidømi er fólksins ogn og til øll?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…