Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Endaligt: KÍ fyrst á heimavølli móti Tre Fiori

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.06.2019 - 13:15 Ítrottur Tíðindi

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at nú er endaligt, nær dystirnir vera leiktir í Europa League móti Tre Fiori.

KÍ trekti útidyst fyrst í lutakastinum, men ymisk viðurskiftir sum m.a. at tvey lið frá San Marino trektu heimadyst sama dag og hava sama heimavøll, gjørdu, at UEFA flutti dystin hjá KÍ, so at KÍ skal spæla á heimavølli fyrst. Hóast KÍ vísti ónøgd um hetta, so er einki at gera í slíkum føri, og tað er nú endaligt, at KÍ spælir á heimavølli fyrst, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.

Tað merkir, at tað nú er endaligt, at KÍ-Tre Fiori spæla á ovara vølli í Gundadali hóskvøldið 27. juni, meðan seinni dysturin verður í San Marino hóskvøldið 4. juli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir