Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrsta pisa á Glasi í ár

SKRIVAÐ: Tíðindi  |  14.06.2019 - 11:55 Tíðindi

Sum hin fyrsti nakrantíð gjørdist Rune Olsen í dag studentur á Glasi. Rune, sum fær studentsprógv á náttúrubreytini, var til próvtøku í samfelagsfrøði. Lærari hansara, Kristian á Neystabø, segði, at hann og próvdómarin vóru púra samdir um, at Rune greiddi spurningin, hann fekk til próvtøkuna, avbera væl. Høvuðsevnið í spurningingum var samfeag og politikkur og serliga skiljilinjur í føroyskum politikki. Rune fekk eitt væl uppiborðið 12-tal – ein góður endi á árunum, sum byrjaðu í Hoydølum og endaðu her á Glasi.

Sum siður er vant Rune, sum ársins fyrsta pisa, føroyska flaggið á stong. Lotið varð líka lætt sum lagið á studentinum og familju og vinfólki hansara, tá Merkið varð vundið á stong. Um tað, at gerast fyrstu studentar at fáa húgvu á høvdið á Glasi í Marknagili segði Rune: “Leingi er tað, ið væl skal vera. Eg byrjaði í 2015, og nú fýra ár seinni fái eg loksins húgvuna. Mann kann siga, at eg havi time’að tað til, at eg skuldi gerast fyrsti studentur her. Eg eri í øllum førum glaður fyri, at eg fekk hetta árið í nýggja bygninginum við”.

Vit á Glasi ynskja Rune hjartaliga til lukku við húgvuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…
Flogbóltslands­liðið við monnum til Norðu…
"Súkklukapping á Norð­oyarstevnu 2026
Nýtt lag við Starlight
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!