Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ringa støðan á Sandoy Seafood

SKRIVAÐ: Gerhard Lognberg  |  14.06.2019 - 17:29 Lesarabrøv Politikkur

Skriv 2 um virkið: Ja, eg siti og hyggi oman á flakavirkið við sorg í hjarta. Við spurninginum, hví er virkið stongt?

Eg havi lagt til merkis, at stóru alufyritøkurnar ella uppisjóvarreiðarir hava rætt eina hond til virkir á teimum plássum, har teir eru slopnir at brúka firðir o.a.

Ti fari eg at venda mær til landsins myndugleikar, løgmann Høgna Hoydal og Poul Michelsen.

Var virkið í Skopun ikki partur av aliloyvinum á Sandsvág? Um ikki, so havi eg misskilt okkurt.

Eg hoyrdi Bjarna Hammer harmast um, at virkið í Skopun var stongt. Samstundis førdi hann fram, at hann hevði barst fyri, at fiskurin ikki fór óvirkaður av landinum, sendir til lond har fólkið fær eina lítla løn.

Í vár, tá eg var inni sum løgtingsmaður, førdi eg somu sjónarmið fram, fiskur fór av landinum, og til dømis virkið í Skopun bløddi út.

Hetta kann hoyrast á logting.fo.

Eg minnist, at Bjarni Hammer bað um orðið og tók undir við mær. Men Bjarni, tá tú var varur við trupulleikan alt 4 ára skeiðið, hví hevur tú einki gjørt nakað við hetta, tað er ikki gott nokk.

Á sama tingfundi tosaði eg við Høgna Hoydal, eisini hann tók undir við mær, men hví er einki gjørt.

At einki skuldi falla til Skopunar av menningarkvotuni er heilt ótruligt.

Virkið í Skopun hevur tikið ímóti fiski í 51 ár, eigur eitt sovorði virkið ikki rætt til ráðvøru?

Ella ein bygd, sum hevur livað av fiski í út við 190 ár, hevur hon ikki rætt til nakað av rávøru?.

Gevið virkinum í Skopun nakað av botnfiski, so fólkið í Sandoynni sleppur til arbeiðis aftur.

Ella er tað meira umráðandi at lóggeva, so týskarir kunnu fáa loyvi at fiska lógliga í Føroyum.

Í øllum førðum verður tosað meira um tað.

So teir fáa onga bót fyri at hava brotið lógina og fiska ólógliga, men teir fáa nokk bót fyri ikki at hava spann í bátinum.

 

Vinarliga

Gerhard Lognberg

borgarstjóri

Skopunar Kommunu

P.s. Eg havi sent landstýrismanninum Høgna Hoydal fundarboð hesu katastrofu viðvíkjandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…