Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tema um samstarv

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.06.2019 - 18:47 Politikkur Tíðindaskriv

Starvsfólk eiga altíð at verða inndrigin so tíðliga sum gjørligt, tá ætlanir eru at fremja størri broytingar á einum arbeiðsplássi. Hettar var breið semja um í einum panelorðaskifti í Smæruni herfyri millum tríggjar almennar stjórar og trý álitisfólk.

Kári Mikkelsen, journalistur. 

Hóast tað langt frá altíð vísir seg í praksis, at starvsfólk á almennum stovnum verða tikin við, tá avgerandi broytingar skulu fremjast á einum arbeiðsplássi, var eingin ivi millum teir tríggjar stjórarnar og tey trý álitisfókini: Starvsfólk eiga altíð at vera tikin við, tá talan er um broytingar, sum onkursvegna hava avgerandi ávirkan bæði starv og arbeiðsdag.


Saman luttóku tey í panelorðaskifti í Smæruni í sambandi við temadagin “Tak starvsfólkini við í broytingum”. Temadagurin, sum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í felag skipaðu fyri, var avtalaður í sáttmálasamráðingunum millum hesar báðar partar í 2017. Endamálið var at varpa ljós á týdningin av, at starvsfólkini eru við í ráðleggingini, tá broytingar verða gjørdar á almennum arbeiðsplássum.
 

Fyrilestur
Dagurin var skipaður soleiðis, at danski leiðsluráðgevin og rithøvundurin, Bo Vestergaard, legði fyri við einum fyrilestri, sum tók støði í bók hansara “Fair proces” við undirheitinum “Fra upopulære forandringer til medarbejdere der udvikler løsninger.
 

Bo Vestergaard legði í fyrilestri sínum høvuðsdent á, at um leiðslan ikki tekur starvsfólkini við, tá størri broyingar verða framdar á einum arbeiðsplássi, eru tær longu frammanundan dømdar at miseydnast.

Birgit Rouch, álitisfólk á Gjaldstovuni, tulkaði spurningin soleiðis.
 

- Sáttmálin ásetir, at starvsfólk skulu spyrjast, tá týdningarmiklar broytingar verða gjørdar, og hvat er so tað? Jú, tá hetta ávirkar starvsfólkini á tann hátt, at tey møguliga skulu flyta í onkra aðra deild, ella tá nýggjar skipanir verða settar í verk, sum tey eru ókunnug við. Og sjálvandi, tá møguligar uppsagnir koma á tal, segði Birgit Rouch álitiskvinna á Almannastovuni.

Undir panelorðaskiftinum aftan á, har tríggir stjórar og trý álitisfólk frá somu arbeiðsplássum luttóku, var stór undirtøka fyri hesum sjónarmiði. Tey vóru frá ávikavist frá Almannaverkinum, Gjaldstovuni og Kringvarpi Føroya.

Samstarvsskylda er ásett í sáttmálanum
Óluva Zachariassen, sum var orðstýrari undir panelorðaskiftinum, spurdi álitisfólkini, hvar mørkini ganga fyri nær starvsfólk skulu takast við í broytingar á arbeiðsplássinum.
 

- Tað er, tá arbeiðsgongdir skulu broytast, starvsfólk skulu flytast ella funktiónir verða fluttar. Hetta veldst sjálvandi í ávísan mun um, hvussu víðfevndar ella týdningarmiklar broytingarnar eru, og hvat tað møguliga er, sum skal flytast, segði Borgný Mohr, álitisfólk í Almannaverkinum.

Sigmar Bláberg umboðaði Kringvarp Føroya sum álitisfólk. Hann helt, at tað eigur at vera ein grundregla altíð at taka starvsfólkini við, tá broyingar verða framdar á einum arbeiðsplássi.
 

- Broytingar raka altíð onkran, og tað ger einki, um restin av starvsfólkunum eisini fáa at vita, at tað møguliga fer at stinga seg upp ein ella annar trupulleiki fyri onkran á arbeiðsplássinum. Her hugsi eg ikki um starvsfólkamál, men at onkur skal flytast og møguliga gerst keddur av hesum. Sum grundregla eiga starvsfólkini at verða tikið við hvørjaferð, segði Sigmar Bláberg.

Ivan Niclasen, stjóri í Krinvarpi Føroya, helt tað vera ógvuliga týdningarmikið at avstemma væntanirnar í sambandi við broytingar, áðrenn tær verða gjørdar.
 

- Tað er skilagott at hava so góða leypandi kunning sum gjørligt um, hvat hendir á einum arbeiðsplássi, tí tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk síggja møguligar broytingar. Sjálvt um vit sum leiðsla ikki síggja okkurt sum eina grundleggjandi broyting, er ikki vist, at starvsfólkini gera tað sama, og øvugt. Tí er ógvuliga týdningarmikið, at man fær avstemmað innihaldið í einari broyting, so øll fata hana eins. Er talan um bygnaðarbroytingar, grundleggjandi broytingar í starvsfólkaviðurskiftum, ella hvussu arbeiðsdagurin fer at forma seg fyri nøkur av starvsfólkunum, so skal tað sjálvandi altíð viðgerast í einum breiðari forum, segði kringvarpsstjórin.

Størv fara at hvørva

Upp á spurninginum um, nær starvsfólk eiga ella ikki eiga at verða tikin við upp á ráð í sambandi við eina broyting, svaraði stjórin á Gjaldstovuni, Leif Abrahamsen, millum annað soleiðis:

 

- Vit arbeiða nógv við tøkni, har vitanarlagið er so mikið tungt, at tað ikki slepst undan at taka starvsfólkini við. Tá vit hava ætlanir um at innføra nýggja tøkni, er ómetaliga týdningarmikið at kunna rætt um tær broytingar, sum hesar fara at elva til. Í sambandi við strategiskar broytingar er tað ein stór ábyrgd hjá okkum sum leiðarum, at vit greiða frá, hvat hetta fer at merkja fyri okkum. Tað eru ikki tær lutfalsligu smærru broytingarnar á arbeiðsplássum, sum hava nakran stórvegis týdning í tí stóru myndini, men tær stóru samfelagsligu broytingarnar, sum fara at koma. Vit hoyra jú, at tær broytingar, sum í dag verða gjørdar innan alt tað tøkniliga, fara bera í sær, at um 5-15 ár fer helmingurin av teimum størvum, sum vit kenna í dag, at hvørva. Allur infrastrukturin verður jú broyttur, vit innføra nýggja tøkni, og tað er sera týdningarmikið at fáa tann boðskapin út. Skulu vit fylgja við, so eru vit noydd hekta okkum upp á ta menningini, segði stjórin á Gjaldstovuni.

Umleið 130 álitisfólk, stovnsleiðarar, nevndarlimir í Starvsmannafelagnum og onnur áhugaði luttóku í temadegnum, sum varð hildin í Smæruni 29. mai.


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja