Ein ótrúligur “Dropi í lívsins havi”
Tað sá ikki for gott út, dagarnar frammanundan degnum í dag, 15. juni, tá avdúkingin av minnisvarðanum í Svínoy skuldi fara fram.
Vit sum fóru til Svínoyar í morgun møttu eystanættini við tjúkkum mjørka á túrinum um Svínoyarfjørð. Men tó, dagurin gjørdist ein av teim vakrastu, ið vit hava havt í langa tíð.
Fyrsta leggið hjá mær var at vitja bóndan, Jógvan Kristin Olsen, meira um tað seinni. Síðani ein túr í Gamlagarð, har fyrireikararnir høvdu skipa fyri góðum morgunmati og har vit eisini fingu mangt hugnaligt prát. Síðani longur heim í bygdina. Allastaðni hitti tú kenningar, sum hugnaligt var at samskifta við. Inn í salin mátti man eisini ein túr. Har vandu 17 sangarar fyri seinastu ferð, áðrenn fari var í kirkjuna. Har Jóannes Purkhus sóknarprestur talaði í samband við dagin, 17 sangarar sungu, aftaná felagssálmur og síðani prædikaði Jógvan Fríðriksson biskupur og hevði apostolska heilsanina. Síðani sungu tey á Váli. Eftir tað var felagssangur, síðani Jógvan Frírikson og aftur salmur og útgangsbøn.
Avdúkingin
Sera nógv fólk var í svínoy í dag, eitt stað ímillum 600 og 700 fólk mundu vera í bygdini. Øll bíðaðu sjálvandi spent eftir avdúkingini av hesum serliga minnismerki eftir Edwardi Fuglø, sum so nógvar søgur hava gingið um í seinastuni. 17 Sangarar løgdu fyri og so talaði Jógvan Skorheim borgarstjóri. Eftir hann Poul Sivar Olsen, sum greiddi frá tilgongdini at reisa minnisvarðan. Honum á baki kom Edward Fuglø, listarmaðurin og greiddi frá hugskotinum aftanfyri sjálvt minnismerkið. Tey á Váli sungu ein sang og so Heri Jensen, prestur, sum flytti fram røðu og greiddi frá søguni um kumpassina, hann hevði við til høvið.
Aftur 17 sangarar, og so sjálv avdúkingin, har Bjarni Jacobsen segði nøkur orð og avdúkaði minnisvarðan. Eftir tað, avdúkaði Petur Danielsen minnisplátuna og at enda lýsti Heri Joensen, prestur signing.
Ein góður og ótrúliga væl fyriskipaður dagur.
Vit lata myndirnar niðanfyri tala: