Lýsing
Lýsing
Lýsing
Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum gjørdist stóri vinnarin í Klaksvík á Fólkatingsvalinum | Mynd: Oliver Joensen

Fólkatingsval í Klaksvík síðani aldarskiftið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.06.2019 - 08:00 Politikkur Tíðindi

Norðlýsið hevur hugt at valtølunum í Klaksvík frá teimum 6 fólkatingsvalunum, sum hava verið frá og við 2001. Tann greiðasti tendensurin er, at Fólkaflokkurin stormar fram og at Tjóðveldi minkar næstan líka skjótt. Sambandsflokkurin tykist hava fingið fótin fyri seg, meðan Framsókn so gott sum ikki er til fyri klaksvíkingum. Klaksvík er tann seinasta bastiónin hjá Sjálvstýri, og Miðflokkurin merkti fyri klaksvíkingar ein ávísur maður.

 

A: Frá at vera stórur til at vera risastórur

Fólkaflokkurin hevur leingi verið nógv tann størsti flokkurin í Klaksvík. Hann er vinnulívsflokkur burturav, samstundis sum hann stendur fyri sjálvbjargni. Seinastu árini hevur hann eisini fingið støðu sum útjaðaraflokkurin í Føroyum. Hann er sterkur í Norðoyggjum, Suðuroy, Vágum og pørtum av Eysturoynni – men eftir Óla Breckmanns tíð ikki í Havn.

Men frá at hava havt ein knappan triðing av atkvøðunum er Fólkaflokkurin nú farin spolandi upp á beint undir helmingin av atkvøðunum í Klaksvík. Størsta heiðurin fyri hetta eigur unga stjørnuskotið Beinir Johannesen, ið gjørdi eitt rimmar hál grundlógardagin. Jákup Mikkelsen heldur nøkulunda tørn, men er nú triðvaldur hjá Fólkaflokkinum í Klaksvík, og tað kundi bent á, at veljarin ynskir ungar, nýggjar kreftir. Elsebeth M. Gunnleygsdóttir ger hinvegin eitt gott val og gjørdist fremsta kvinnan í Føroyum í atkvøðum. 

At flokkurin so kortini ikki vann fólkatingsvalið, hevur tvær orsøkir. Tann fyrra er sum nevnt, at flokkurin ikki er serliga sterkur í Tórshavn. Hetta sær út til at kunna broytast, men er ikki broytt enn. Hin orsøkin er, at flokkurin ikki hevur nakað klokkuklárt fólkatingsvalevni, sum Sambandsflokkurin eigur í Edmundi Joensen og Javnaðarflokkurin eigur í Sjúrði Skaale. Har írestaðu ikki nógvar atkvøður í, so við einum sterkum valevni í Tórshavn, sum hevði fokus á Fólkatinginum burturav, kann flokkurin sláa tvær flugur við einum smekki komandi fólkatingsval. Tí framgongd Fólkafloksins tykist ikki vera avhæsandi, heldur tvørturímóti.

 

 

B: Norðoyingar vorðnir meira sambandssinnaðir

Tað er nakað lutfalsliga nýtt, at Sambandsflokkurin í heila tikið eigur nakað umboð í Norðoyggjum og Klaksvík. Flokkurin hevur sera torført við at gera seg galdandi til kommunuval, og hevur í løtuni onki umboð har. Og í fleiri áratíggju í farnu øld hevði eitt sambandsumboð í Klaksvík ongan livandi kjans fyri at koma á ting. Tiltikin er valfundurin í 1966, tá Listi B í Klaksvík mátti hava hjálp uttanífrá til ein valfund í Atlantis Bio. Men so kom Bjørn Kalsø, og brádliga hevði Klaksvíkin fyrst ein landsstýrismann og so ein løgtingsmann í honum. Í dag liggur Sambandsflokkurin rímiliga stabilur við einum sættaparti av atkvøðunum í Klaksvík.

Merkisvert við valinum í 2019 er, at Klaksvík, sum ongantíð hevur verið ein sambandsborg burturav, til fólkatingsvalið í 2019 gav Sambandsflokkinum fleiri atkvøður (16,6%) enn teir tríggir loysingarsinnaðu flokkarnir Sjálvstýri (3,2%), Tjóðveldi (9,7%) og Framsókn (0,7%) fingu samanlagt – og tað uttan at Bjørn Kalsø yvirhøvur stillaði upp! Tilsamans fingu hesir tríggir 13,6% av klaksvíksatkvøðunum.

Sambandsflokkurin er meira enn aðrir flokkar á heimavølli í Fólkatinginum. Hann er eisini tann einasti av føroysku flokkunum, ið hevur sent eina kvinnu á Fólkating. Veljararnir vita, at á Fólkatingi er Sambandsflokkurin í sínum rætta elementi. Tað er ikki bert gott fyri flokkin, tí tað kann væl gera, at tað ikki fer at hildnast eins væl til løgtingsval. Ein leyslig meting kann vera, at veljarar hjá Miðflokkinum, sum ikki stillaði upp á hesum sinni, valdu Sambandsflokkin í staðin, og flokkurin sostatt fær ein part av ágóðanum fyri tann veruleika, at smáir flokkar ikki verða roknaðir við til fólkatingsvalið.  

Tað er kortini eitt bragd hjá Sambandsflokkinum, at hann sjálvt uttan Bjørn Kalsø á hesum sinni megnar at varðveita atkvøðuprosentið í Klaksvík, og við Bjørn á listanum til kann væl hugsast, at hann eisini varðveitir og enntá styrkir tað til eitt komandi val. 

 

 

C: Stabilasti flokkurin í Klaksvík

Hóast teir borgarligu flokkarnir tekna seg fyri tveimum triðingum av atkvøðunum í Klaksvík, so er bastiónin hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvík bæði trygg og stabil. Til tíðir er eitt javnaðarumboð úr Klaksvík inni í Løgtinginum, til tíðir í Landsstýrinum, og onkuntíð (sum nú) bæði. Verður hugt at valtølunum aftur til 2001 sæst, at sveiggini eru smá, og flokkurin liggur um tey 20%’ini við max. 2% útsvingum hvønn vegin.

Listi C hevði flest umboð úr Norðoyggjum á listanum til fólkatingsvalið. Umframt landsstýriskvinnuna Eyðgunn Samuelsen stillaði eisini tingmaðurin Jónleif Johannesen upp, eins og tey tvey valevnini Gunnvá Tróndardóttir Joensen og Finnbjørn Vang. Løgmaður Aksel V. Johannesen hevur eisini røtur í Klaksvík og gjørdi eitt gott val har. 

Her er ikki nógv meira at siga enn tað, at Listi C liggur í eini fastari legu í Klaksvík við eini miðalsterkari manning, sum megnar at verja borg ímóti teirri sterkaru borgarligu yvirvágni í býnum, men sum heldur ikki er í framgongd. Orsøkin til at hann vann fólkatingsvalið er einamest Sjúrður Skaale, sum veruliga hevur konsoliderað seg sum fólkatingsmaður burturav, og sum eisini er farin í konstruktivt samstarv við býráðið í Klaksvík um Mentanarhúsið har. Hesum hava veljararnir í Klaksvík eisini lønt Javnaðarflokkinum og Sjúrði fyri.

Tað er tí heilt avgjørt úrslitini á Fólkatingi, og ikki heimligi politikkurin, sum er orsøkin til góða úrslitið hjá Javnaðarflokkinum. Tí har umboðini frá heimliga politikkinum ikki fáa so góð úrslit í Klaksvík, fær Sjúrður Skaale 233 atkvøður úr Klaksvík, nærum tvífalt so nógvar sum løgmaður og nærum seksfalt so nógvar sum Eyðgunn Samuelsen. Hetta vísir greitt, at tað er førdi ítøkiligi politikkurin á Christiansborg, sum veljararnir í Klaksvík vilja løna Javnaðarflokkinum fyri.

 

 

D: Smáur og knáur

Við fleiri enn 100 árum síðani seinasta sjálvstýrisumboðið á Fólkatingi var tað væl neyvan nakar, sum veruliga væntaði at Sjálvstýrið hevði nakran møguleika at vinna annað fólkatingsumboðið. Og als ikki við bert einum einstøkum valevni – við Zakarias Wang á listanum hevði flokkurin ivaleyst fingið fleiri atkvøður enn seinast. Strategiin var tó áhugaverd og óvæntað, og Sjálvstýri hevur tikið greiðu støðuna um, at hann vil aftur til upprunastøðuna sum loysingarflokkurin í Føroyum. Hendan strategiin eydnaðist ikki til fólkatingsvalið, men tað var neyvan heldur har, at ætlanin var, at hon skuldi virka. Fleiri hava víst á, at Sjálvstýri bara hitaði upp til løgtingsvalið, og hendan metingin er ivaleyst røtt.

Síðani Sjálvstýrisflokkurin gjørdist ein lítil flokkur fyri góðum 50 árum síðani, hevur eitt av teimum 3 “strongholds” hjá flokkinum júst verið í Klaksvík. Hini bæði eru (ella rættari: hava verið) Tórshavn og Eysturoy. Flokkurin hevur havt bæði landsstýrisfólk og tingfólk úr Norðoyggjum, tó eru fleiri valskeið gingin uttan. Sera ofta hevur verið spátt, at flokkurin fór undir tinggáttina, sum í dag er 1/33 av atkvøðunum ella nakað minni enn 3,1%. Í dag tykist Havnin vera mist eftir innanhýsis floksstríð, og í Eysturoynni stillar umboðið hjá Sjálvstýri ikki upp aftur, og spenningur er um varaborgarstjórin í Runavíkar kommunu megnar at lyfta arvin. Lagnan hjá øllum flokkinum hvílir tí einamest á klaksvíkingum, og enn stuðla teir Lista D.

Eitt er næstan heilt vist, og tað er, at um Sjálvstýri yvirlivir við eittans umboði, so verður tað eina umboðið úr Klaksvík. Men at fáa umboðan á Fólkatingi er ein púra vónleys uppgáva fyri hendan lítla flokkin í minking.

 

 

E: Í fríum falli

Líka síðani Læknastríðið hevur Tjóðveldisflokkurin havt tað gott í Klaksvík. Men tá vit koma inn í hesa øldina, gongur niður á bakka – og tað skjótt. Afturgongdin byrjar eftir orrustuna millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin síðst í 2003, tá norðoyingar gera manngarð um Anfinn Kallsberg og velja hann í Fólkatingið í 2005. Innanhýsis stríðið í 2008 millum formansskapin, landsstýrismannin í fiskivinnumálum og so Heina O. Heinesen gevur eisini at bíta, og Tjóðveldi (sum flokkurin broytir navn til) dalar støðugt, fyri síðani at kvinka eitt vet uppaftur í 2015.

Men var fólkatingsvalið 2019 eitt skrædl fyri Tjóðveldi uppá landsbasis, so var tað ein beinleiðis katastrofa fyri flokkin í Klaksvík. Úr 18,6% atkvøðum og niður í 9,7% er næstan ein hálvering av flokkinum. Her er tað neyvan nøkur loyna, at bæði framgongdin hjá Fólkaflokkinum og afturgongdin hjá Tjóðveldi hava neyvt somu orsøk – fiskivinnunýskipanina.

Loysingin var funnin fram aftur og støvað av til fólkatingsvalið, men tað hepnaðist illa. Helst tí at tað var ov seint. Flokkurin stóð eftir sum ein, sum einans rópti loysing til valstríðið og annars ikki. Tjóðveldi hevur sitið bæði á fólkatingi og í landsstýrinum seinastu 4 árini, og har er sera lítið komið burturúr á loysingarkós. Blokkstuðulin er ikki skerdur, hóast tað stóð í samgonguskjalinum frá 2015. Onkur hissini yvirtøka er gjørd, men tað hava aðrir flokkar eisini megnað. Hartil kemur, at stríðið fyri catalanskum fullveldi ikki tykist at hava sagt føroyingum nakað.

At síggja til hevur Tjóðveldi innsæð, at fiskivinnunýskipanin ikki er fallin í góða jørð millum veljararnar – so avgjørt ikki í Klaksvík, men heldur ikki í Tórshavn ella aðrastaðni vann flokkurin nakra atkvøðu uppá hana. Menningarkvotur fullu í Sørvági og Vestmanna har tveir av tinglimunum hjá Tjóðveldi búgva, men har gekk Tjóðveldi aftur. Tjóðveldi gekk aftur allastaðni uttan í smábygdum sum Húsum, Hesti, Hattarvík og einstøkum øðrum. Hetta er ivaleyst eisini orsøkin til, at flokkurin valdi at fara til val uppá loysingarsakina í staðin, men ov seint var. 

Tað verður ivaleyst eisini loysingarmálið, flokkurin fer til val til løgtingið uppá, men her fær flokkurin sjálvsagt eisini forkláringstrupulleikan, tá hann skal svara uppá mótspurningin til “Um ikki nú, nær so?”, sum er “Hví ikki fyri 4 árum síðani?” Tað verður torført at føra valstríð uppá eitt mál, sum man ikki hevur gjørt nakað við í fýra ár í Landsstýrinum og Fólkatingi. Hinvegin ber illa til at fara til val uppá ítøkilig mál sum fiskivinnunýskipanina heldur, tí hon er sera ópopulér millum veljararnar. Tað verður tí spennandi at síggja, hvørja strategi Tjóðveldi fer at velja fyri at koma sær burturúr aftur afturgongdini. Hóast hetta, so lovaði Magni Arge valkvøldið at koma sterkt aftur til komandi fólkatingsval, men í skrivandi stund sær ikki gott út fyri tann áður so sterka flokkin í Norðoyggjum.  

 

 

F: Framsókn er ein havnarflokkur

Grafiskt sær tað út sum ein stór framgongd, men Framsókn fekk bert 17 atkvøður, 3 fleiri enn seinast, og roknast má við tveimum decimalum eftir nullið, um ein líkinda grafur skal spyrjast burturúr valtølunum hjá Framsókn í Klaksvík. Og orsøkin er greið. Flokkurin stillar næstan útilokandi havnarfólk upp til fólkatingsvalið. Í 2011 stillaði Poul Michelsen einsamallur upp og fekk 14 atkvøður í Klaksvík. Júst sama úrslit, 14 atkvøður og 0,6%, var at síggja í 2015, tá flokkurin annars stillaði 6 valevni upp. Orsøkin er tann omanfyristandandi; nærum øll tey uppstillaðu vóru úr Havn. Í 2019 stillaði flokkurin 5 havnarfólk upp og so landsstýriskvinnuna úr Gøtu, og tá gekk flokkurin 3 atkvøður fram og lendi á 17.

Flokkurin hevur til løgtingsval havt valevni úr fleiri pørtum av landinum. Úr Vestmanna, Nólsoy, Gøtu, Klaksvík, Tórshavn og aðrastaðni við, men til fólkatingsval hevur bulurin altíð verið úr Tórshavn við maksimalt einum øðrum valevni aðrastaðni frá. Ivasamt er hví flokkurin hevur valt hesa uppstillingarstrategiina til fólkatingsval, og hon sær heldur ikki út til at eydnast væl. Valevnini í Havn kappast innanhýsis um somu atkvøður og so supplerar einsamalla valevnið úr Gøtu nakað. Hetta hevur gjørt, at flokkurin altíð hevur staðið seg illa til fólkatingsval.

So kann ein siga, at tað onki er at siga til, tí smáir flokkar ongan møguleika hava kortini, men um flokkurin ikki sjálvur tekur eitt val í álvara, so ger veljarin tað avgjørt heldur ikki. Og júst tað sama kann sigast úr einum lokalum sjónarhorni: Um flokkurin ikki tekur Klaksvík í álvara, taka klaksvíkingar avgjørt heldur ikki flokkin í álvara.

 

 

H: Karsten Hansen var allur Miðflokkurin í Klaksvík

Tað er ongin sum helst ivi um, hví talvan hjá Miðflokkinum fer upp í spíss í 2007. Karsten Hansen fer úr Tjóðveldi og stillar upp fyri Miðflokkin í staðin. Við sær tekur hann at síggja til allar atkvøðurnar úr Tjóðveldi og væl afturat eisini. Valið eftir, í 2011, storma borgarligu flokkarnir fram og Miðflokkurin fær eitt vánaligt val, har hann missir meir enn ein triðing av atkvøðunum. Hetta sæst eisini aftur í Klaksvík.

Flokkurin stillaði ikki upp til fólkatingsval í 2019, men at síggja til er kurvan dalandi í Klaksvík. At tvey valevni norðan fyri Fjall og eitt í Haraldssundi nú stilla upp til løgtingsvalið kann tó lætt gera, at grafurin kvinkar upp aftur fyri flokkin til løgtingsval. Men fólkatingsval tykjast ikki at hava floksins áhuga.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar