Lýsing
Lýsing
Lýsing
Norðlýsið vitjar á Jóansøku í ár | Mynd: Leivur Nygaard

Millum blómur við Tvøroyarfjørð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.06.2019 - 16:11 Ítrottur Leiðarin Mentan Tíðindi

Jóansøkan fyllir antin 96 ella 95 ár í ár. Orsøkin til ivamálið er, um roknast skal frá 1923, tá arbeiðsgevararnir á Tvøroyri valdu at halda ólavsøku á Tvøroyri, ella frá 1924, tá stevnan varð flutt til 24. juni, sum hon eisini ber navn eftir. Hetta yvirlata vit til suðuroyingar sjálvar at gera av og hyggja í staðin nærri at hesi slóðbrótandi miðsummarstevnu.

 

Sambært Bíbliuni var Jóhannes Doyparin 6 mánaðir eldri enn Jesus, og hetta er grundgevingin fyri, at Skt. Hans varð lagt 6 mánaðir frá jólaaftan. Bæði nøvnini Hans og Jóan, eins og mong onnur eru komin av Jóhannes. Siðurin at brenna jóansøkubál og Skt. Hans er væl kendur í bæði Føroyum og Danmark, og søgan sigur, at í Danmark vórðu í miðøld eisini brendar dømdar gandakellingar á báli. Søgan hjá føroysku jóansøkuni og jóansøkubálunum er tvørturímóti púra óblóðug.

 

Siðurin at brenna bál á miðsumri er uppaftur eldri enn sjálvur kristindómurin og Jóhannes Doyparin. Men eins og við jólunum, so gjørdi kirkjan nógv við at leggja kristnu halgidagarnar oman yvir teir heidnu. Soleiðis eru jólini, sum víkingarnir hildu fyri at hátíðarhalda, at dagarnir aftur gjørdust longri, nú vorðin ein høgtíð at minnast Jesu føðing. Kristnu páskirnar eru lagdar út yvir tær jødisku. Og jóansøkan varð løgd omaná miðsummarveitsluna við báli.

 

Dagfestingin 24. juni hevur gjørt, at nýklaktir studentar leingi eru farnir á jóansøku at hátíðarhalda, at teir hava lokið studentsprógv og fingið húgvu á høvdið. Soleiðis var studentarhúgvan allastaðni at síggja á jóansøku fyrr. Við tíðini hevur jóansøkan fingið sterka kapping frá Voxbotn í Tórshavn, sum hevur lyndi til at leggja seg omaná sama vikuskifti og lokka pisurnar til sín í staðin. Og jóansøkan hevur mugað lútað og flutt seg. Í ár er hon 22. og 23. juni, og tað merkir, at ikki øll miðnámsskúlalesandi eru liðug enn. Teirra húgvur verða tí ikki at síggja í Suðuroy í ár. So man kann siga, at Havnin hevur svarað aftur uppá, at jóansøkan byrjaði sum alternativ til ólavsøkuna.

 

Í allarfyrsta Norðlýsinum frá 16. apríl 1915 skrivar Símun P. Zachariassen “Det har længe været følt som et Savn, at vi ikke uden for Thorshavn havde et Blad, som kunde være Talsmand for vore særlige Bygdeinteresser.” og tað er ikki eiðasørt, at søgan hjá Jóansøkuni í Suðuroy minnir um. Jóansøkan var nevniliga fyrsta mótspælið til Ólavsøkuna, og komst av, at so nógvir arbeiðsdagar fóru til spillis av, at fólk fóru til Havnar at halda sær á gaman. Møguliga av somu orsøk varð gjørt av, at Jóansøkan ikki skal liggja føst tann 24. juni, men í nærmasta vikuskifti.

 

Suðuroyingar hava søguliga altíð verið við í fremstu røð í føroyskum ítrótti, og eru tað enn á fleiri økjum, eitt nú tá tað kemur til kappróður. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag er eitt tað elsta í landinum, stovnað í 1934,  og Vágs Kappróðrarfelag varð stovnað nøkur ár seinni, í 1943. 10-mannafarið Suðuroyingur hoyrir ikki til annað av hesum, men til felags kappróðrarfelagið Suðuroyar Kappróðrarfelag. Sumbiar Ítróttarfelag og Royn hava eisini havt róðrardeildir. So oyggin hevur við sínum avmarkaða fólkatalið verið sera virkin, má sigast.  

 

Í fótbólti hevur tað ikki gingist so væl hjá feløgunum í oynni, og í tvey ár royndu tey seg við einum felags liði fyri alla oynna. Hetta formliga samstarvið er nú slept aftur, og aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB, roynir at standa seg við egnum tilfeingi í bestu deildini. Jóansøkudysturin hesaferð er eisini millum tað elsta og næstelsta felagið, TB og KÍ, og verður leiktur leygarkvøldið. Seinast liðini møttust, var KÍ greitt við yvirlutan og vann 7-0, men hetta fer neyvan at endurtaka seg, nú tvørámenn hava heimavøllin.

 

Suðuroyingar eru kendir fyri sín humor, sítt temperament, og ikki minst fyri at kombinera tey bæði. Og hóast venjarin hjá TB ikki er upprunaligur føroyingur, tykist hann hava tikið við læru. Hvussu er og ikki, so vórðu bæði hann og málskjúttin hjá TB vístir av vølli seinasta sunnudag, og eygnavitni siga, at orsøkin vóru tær glósurnar, teir lótu teir heldur sartari dómaran og linjuverjan norðanífrá. Tað verður tí eitt nakað skert TB-lið, sum tekur ímóti KÍ jóansøkuaftan, men hetta ger uttan iva bara tað, at teir vilja prógva tað meira, at teir klára at standa KÍ kurl á jóansøku.

 

Suðuroyggin er tó nógv annað og meira enn ítróttur. Oyggin hevur havt stórar avbjóðingar við fólkatalinum, men í skrivandi stund verður sera nógv gjørt fyri at venda hesum. Tær heilt stóru íløgurnar í infrakervið í Suðuroynni eru í umbúna. Mong vórðu skuffað av, at Fámjinstunnilin ikki kom í hesum valskeiðnum, men tey eru eisini vónrík um Hvalbiartunnilin. Og ikki minst um ætlanirnar at gera ein av heimsins longstu undirsjóvartunlum til Suðuroynna.

 

Á skúlaøkinum stendur oyggin í fagrasta blóma. Ikki færri enn tríggjar nýggjar útbúgvingar eru komnar, síðani sólskinssøgan Heilsuskúli Føroya kom nakað fyrr í hesi øldini. Eftirskúli er komin í oynna, ítróttarháskúli somuleiðis og námsfrøðilig hjálparfólkaútbúgving er á trappunum. Um hetta ber frukt og steðgar fráflytingini, fer tíðin at vísa, men at síggja til er oyggin í menning.

 

Innanfyri vinnulív í Suðuroynni hava vit sæð eitt fyrimyndarligt áræði. Varðin Pelagic á Tvøroyri reisti seg bókstaviliga úr øskuni og er aftur ein ímynd uppá vónina um framburð í oynni. Serskipanin fyri alivinnuna í Suðuroynni sær eisini út til at fáa góð ummæli millum suðuroyingar sjálvar.

 

At virksemið er nógv og fjøltáttað í Suðuroynni nú, eins og bjartari tíðir tykjast vera í væntu, framgongur týðiliga á arbeiðsloysistølunum. Tá Norðlýsið tosaði við Dennis Holm, borgarstjóra í Vági, til jóansøkuna 2018, var framvegis lutfalsliga stórt arbeiðsloysi í Suðuroynni. Í juni 2018 vóru 145 arbeiðsleys í Suðuroynni, svarandi til 4,8%, ið er væl omanfyri tað, sum búskaparfrøðingar rokna sum eitt “sunt” arbeiðsloysi. Í mars 2019 var hetta talið komið niður á 96 arbeiðsleys og 3%, og nú í juni 2019 er talið heilt niðri á 62 arbeiðsleysum, ið man svara til umleið 2%. So framgongdin er bæði sjónlig og greið.

 

Hóskandi er at enda við hesum reglum eftir helst mætasta skaldið, Suðuroyggin hevur fostrað, Pól F. Joensen:

 

Tvørámenn!

At handans verk vit duga fullvæl enn,

í ítrótti, í skaldskapi og list,

málið verða skal Tvøroyri fyrst.

Dró útlongsil tín son frá heimastrond,

til suðurheimsins gyltu dreymalond

og ævintýrsins djór og blómuverð,

altíð heimlongsil higar hann ber.

Tí urtin trívist best, har rótin rann,

og gamal har, sum móðir aldi hann:

Tað síðsta hvíldarstað er best á jørð

millum blómur við Tvøroyrarfjørð.

 

Við hesum verður øllum ynskt ein góð Jóansøka!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…