Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teitur Olsen avgjørdi dystin. | Mynd: (Savnsmynd: Jan Smedemark/tb.fo)

Fyrsta tapið í landskappingini á útivølli móti TB í 28 ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.06.2019 - 23:38 Ítrottur Tíðindi

FM-royndin hjá KÍ fekk ein beint frammaná á jóansøku, tá TB sendi KÍ norðuraftur við ongum stigi, fyri fyrstu ferð í landskappingini í bestu deildini í 28 ár.

TB hevur ikki vunnið móti KÍ í landskappingini á heimavølli síðani 1991. At talan fór at blíva um ein truplan dyst hjá KÍ var ikki óvæntað. Sum Norðlýsið vísti á í upptaktini, so hevur KÍ líka síðani 2012 havt tað trupult í Trongisvági, har eingin sigur hevur verið størri enn við einum máli, og har heimaliðið fleiri ferðir hevur fingið stig og fleiri ferðir hevur verið nær við. Í fjør bleiv KÍ sligið út úr kappingini um løgmanssteypið í Trongisvági. 

TB vann 1-0 við máli frá Teiti Olsen eftir hornasparksstøðu í seinna hálvleiki. Í seinna hálvleiki fekk Deni Pavlovic beinleiðis reytt kort, og tað ger hendan dystin bara heilt miseydnaðan fyri KÍ. Tí komandi tveir dystirnir eru móti kappingarneytunum B36 og NSÍ og júst í verjupartinum tykist KÍ hópurin á pappírinum nakað tunnur, tá skaðar og leikbann koma. Eftir dagsins tap misti KÍ eisini oddasessin til NSÍ og eftir dystirnar sunnudagin kann KÍ koma at vera eitt stig frá 4. plássi og fimm stig frá 5. plássi í einum sera spennandi oddastríði, har tað í løtuni eru onnur lið sum síggja sterkari út enn KÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…