Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tann modernaði Sámal Mathias

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.06.2019 - 20:16 Leiðarin Politikkur Vinna

Eftir øllum at døma hevur Fiskimálaráðið enn einaferð ligið sjóvarfallið av sær. Menningarkvoturnar fyri 2019 eru framvegis ikki útskrivaðar, hóast árið er so gott sum hálvrunnið, og hóast fiskimálaráðharrin bæði í fjør og 9. mai í ár segði, at hesaferð skuldi málsviðgerðin ganga skjótari. Tað hendi ikki, og nú er helst ov seint.

Málsviðgerðin hevur tvørturímóti verið drúgvari enn í fjør. Nú eru 50 dagar farnir, síðani metingarnevndin handaði sítt tilmæli, afturímóti 28 døgum í fjør. Vit nærkast tí eini dupult so langari málsviðgerðartíð, og hetta hóast nøgdirnar eru væl minni og umsóknirnar ein færri. Fjølmiðlar hava í gjár og í dag roynt at fingið fatur á fiskimálaráðharranum, og tá tað ikki er eydnast, so á aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum, men teir eru sum soknir í jørðina.

Í bókini “Rekamaðurin” skrivar Jens Pauli Heinesen um rekamannin Sámal Mathias, sum ger tvær stórar skreytir. Onnur av teimum er at kradda sær ein stóran finningarhval. Men hann noktar at lata nakran annan fáa lut í honum, fær tí onga hjálp við at fáa hvalin til høldar, og endin verður at hvalurin liggur niðri í fjøruni og rotnar, til hann at enda brestur av roti.

Vit síggja nakað tað sama við atgerðarloysninum hjá Fiskimálaráðnum í løtuni. Varð rætt atborið, vóru kvinnur og menn í hesi løtu til skips og veiddu svartkjaft í bestu vertíð. Men við at liggja og bøla omaná umsóknunum er líkt til, at ovurhonds stór virði annað árið á rað gleppa føroyingum av hondum.

Norðlýsið hevur spurt seg fyri hjá sølufólki í pelagisku vinnuni, og teirra meting er, at útflutningsvirðið fyri svartkjaft til matna er á leið kr. 3,50 fyri hvørt kilo. Falda vit tað við teimum 11.711 tonsunum, sum vórðu lýst leys at søkja um, lenda vit á talinum 40.988.500 krónur ella knappar 41 milliónir!

Framvegis er ivasamt, hvat verður av hesum 11.711 tonsunum. Sleppa tey bara at svimja víðari, ella verður roynt at fáa tey fiskað og seld til annað endamál enn til matna? Óansæð er greitt, at virðið nú er nógv minni, og í ringasta føri eru allar knapt 41 milliónirnar mistar. Kanska nýggjur svartkjaftur kann fiskast í vetur, men júst hesin svartkjafturin tykist vera mistur.

Drúgva viðgerðartíðin ger eisini, at lítið er eftir av fiskiárinum, tá leggjast kann út á hav at fiska. Menningarkvoturnar verða latnar fyri kalendaraár, og í fjør vórðu einans 17% av rættindunum fiskað. Tá mettu fólk, sum høvdu skil fyri at virðismeta fiskin, at umleið 200 milliónir vóru farnar tapt vegna tað, at 83% ikki varð fiskað. Nú er líkt til at tað verður loyvt at flyta kvotur yvir ár, men tað verður bert sum at rulla ein kavabólt framman fyri sær. Menningarkvoturnar mugu framvegis takast av tí samlaða, og at flyta tær um ár merkir, at minni verður eftir av tí samlaða í tvey ár heldur enn eitt. Soleiðis kann kavabólturin vaksa seg størri og størri.

 

Luftkastellið, sum brast

Menningarkvoturnar vóru ein tungur burður, og líkt er til, at hann eisini verður ein ringur burður. Skulu 37-38 umsøkjarar á hvørjum ári ikki vita, um teir eru keyptir ella seldir í eina ómenniskjaliga drúgva viðgerðartíð, og ikki vita um teir sleppa at fiska í vertíðini ella ikki, so sigur tað seg sjálvt, at teir onga fígging fara at finna.

Meðan fyrst og fremst umsøkjararnir hava bíðað, er svartkjafturin vorðin gamal og óegnaður til matna. Og fiskimálaráðið minnir alt meira um Sámal Mathias.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag