Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fjallabøkulin frá Borgini (oman fyri Fuglafjørð) og í ein norðan (!), er komin úr luftini, sum er farin niðan eftir fjallinum gjárakvøldið. Skýggið er einar 1000 metrar langt, 150 metrar høgt og 200 metrar breitt. Hettar eru 30 milliónir rúmmetrar. Vanliga verður sagt, at ein rúmmetur vigar 0,5 gramm. Við hesum tølum kann vektin roknast til 15 tons. Tað er nokkso nógv... | Mynd: Undirritaði

Veðrið í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.06.2019 - 06:00 Tíðindi Veðrið

Tað var ein vakur dagur aftur í gjár. Miðalvindferðin fyri landið var um 10 m/s av vestri, tað var klárt fyri tað allarmesta – bert høgskýggj onkra løtu, og so lógu bøklar kring ymisk fjøll. Um kvøldið fór hann upp í útnyrðing-vestan, og vindferðin minkaði eitt sindur.

Her á veðurredaktióini hjá Norðlýsinum eru komin bæði myndir og frágreiðingar um veðrið, sum tað var í gjár kring landið.

Í Klaksvík var brennandi sól saman við einum fittum loti. Sama hevur verið sagt úr Leirvík. Í onkrari bygd í norðurstreymi varð í gjár sagt frá avfalli, og í onkrari bygd langt norðuri var vindferðin einir 12 til 17 m/s seinnapartin – saman við nógvari sól.

Orsøkirnar til, at veðrið var so ymiskt kring landið, er ymiskar. At tað kendist úr honum í løtum – ella tað regnaði ella sirmaði – er tí at luftin varð tvungin upp um høg fjøll. Har kølist hon, dampurin fer úr og gerst til dropar. Tí eru skýggj at síggja kring tey høgu fjøllini, og regn eisini.

At vindferðin í støðum er munandi størri enn miðalvindurin kemst av, at leiðin, vindurin tekur, smalkast – t.e., at firðir og annað gerast smalari. Tí má vindurin ferðast skjótari. Sama fyribrigdi sæst t.d. við Streymin, tá ið streymurin er harður. Sjógvur rekur nógv harðari, har sum Sundið er smalt.

Í dag er aftur vesturætt – møguliga eitt lítið sindur undir vestan. Miðalvindferðin fyri landið fer at vera 5 til 10 m/s; um kvøldið 2 til 7 m/s. So er tað líka, hvussu ættin er á staðnum. Tað kann vera ymiskt.

Enn eru eingi brúgvaløg við regni ávegis hendavegin, so tað fer at vera turt í dag. So er tað aftur tað, hvussu ættin (vestan ella lágur vestan) fer við sær kring landið. Eru fjøll, sum tvinga luftina nóg langt uppeftir, so er skýggjað har og møguliga regn eisini.

Tað fer at vera klárt fyrrapartin í dag. Seinnapartin fara høg skýggja at reka yvir oyggjarnar vestanífrá – um nátturðatíð liggja hesi høgu skýggini helst kring meginpartin av landinum.

Hitin í morgin fer at vera sum í dag, um tey 16 stigini frá middegi og út á seinnapartin.

 

   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið
Jákup Magnussen innleiðir familjuferð ti…
Blaðstjó­rin kollgitti valið
Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og u…
Aðalfundur – Grunnurin, Mentanar­hús í Kl…
Helga Djurhuus í Gallarí Havnará
Beinir toppskorari í Klaksvík
Eru byrjaði at telja