Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vakurt at síggja suður ígjøgnum Sundið gjárakvøldið. Havið var spegilsblankt - silvitni. Í luftini bert spjødd bøklaskýggj. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.06.2019 - 06:00 Tíðindi Veðrið

Luftin hevur streymað til Føroya av vestri í tveir dagar, men í dag fer at verða øðrvísi.

Hátrýstið, sum hevur sent luft til okkara, flytir seg eitt sindur hvønn dag, og tí broytist ættin eisini. Í dag fer tað at flyta seg suður í Norðsjógvin, so ættin hevur flutt seg úr útsynningi-vestri í nátt til útsynning í morgun.  

Eitt sindur eftir middag í dag fer ættin niður í útsynning-sunnan, og tíðliga í kvøld er tað landsynningur-sunnan.

Vindferðin í dag fer ikki at vera tann stóra. Um 5 m/s í morgun (útsynningur-vestan og útsynningur) og 2-3 m/s seinnapartin (útsynningur-sunnan og landsynningur).

Framvegis einki brúgvalag við regni at síggja um okkara leiðir. Tí er turt fyri tað mesta í dag. Seint í kvøld fer tó eitt regnumráði framvið sunnaneftir. Tað fer at regna um midnáttarleitið og í nakrar tímar. Í morgin ári er turt aftur.

Í dag fer at vera skýggjað kring alt landið. Í morgin og fyrrapartin bert høg skýggj, men út á seinnapartin eisini lægri skýggj. Í løtum tó sólglottar.

Hitin í dag fer at liggja um 11- til 13 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti