Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varmakelda gevur heilsubót

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.06.2019 - 13:32 Ítrottur Leiðarin Mentan

Í morgin verður Varmakeldustevna í Fuglafirði. Hetta er ein av teimum elstu stevnunum í landinum. Hon verður sum altíð hildin í Fuglafirði, ið er ein býur, sum fyrst og fremst er kendur fyri mentan, sang, tónleik og eitt serliga virkið trúarlív. Sjálv varmakeldan liggur nær við kommunumarkið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar Kommunu og hevur eina áhugaverda søgu.

Varmakeldustevnan er uppkallað eftir heitu kelduni millum Kambsdal og Gøtudal, sum verður søgd at hava lekjandi megi. Søgur ganga eisini um, at Varmakeldan hevur positiv árin á ástarhugin hjá fólki, og tað er tí onki at siga til, at ein summarstevna er vaksin fram kring hesa kelduna.

Fleiri munnu halda, at trúgvin á keldur við heilsubót kemur úr katolicismuni, tí har hava tey framhaldandi fleiri tílíkar heilagar keldur. Tann kendasta er helst Lourdes í Frankaríki, og hon hevur eisini tilknýti til halgimenni og katólska trúgv. Men trúgvin á grøðandi kelduvatn gongur heilt aftur til heidna tíð, ja, í Norðurlondum heilt aftur til bronzuøldina og í Grikkalandi og Italia uppaftur longur aftur. At tær so seinni eru vorðnar ímynd av katólskari trúgv kemur av, at katolikkarnir vígdu keldurnar. Ofta vórðu tær vígdar halgimonnum, og úr Danmark kenna vit til dømis Skt. Laurentii Kilde og Skt. Lauritz Kilde.

Ein orsøkin til, at tær vórðu roknaðar sum heilagar, er, at kring tær var grasið grønari enn aðrastaðni, kanska vegna temperaturin á keldunum. Ein onnur orsøk var, at gomlu víkingahovini vórðu løgd nær við tílíkar keldur, og kristnu kirkjurnar seinni løgdu seg omaná tey.

Jóansøka ella Sankt Hans, sum tað eisini eitur, varð roknað fyri at vera tíðspunktið, tá kraftin í keldunum varð roknað fyri at vera sterkast. Summarstevnur í Danmark vóru ofta tætt við Skt. Hans, og vórðu hildnar tætt við tílíkar heilagar keldur. Í Føroyum er tað einans Varmakelda, sum hevur ment eina stevnu kring seg, men í grannalondunum vóru nógvar tílíkar heittvatnskeldur við tilhoyrandi stevnum. Siður var at kasta ein mynt í kelduna, og at fylla sær ein óbrúktan pott við vatni frá kelduni at hava við sær.

Eftir Trúbótina minkaði trúgvin á halgar keldur, tí protestanismuni dámdi ikki halgimannadyrkan. Men fleiri fólk, harímillum kongurin í Danmark, hildu áfram við at vitja keldurnar, og í Føroyum misti Varmakeldan ongantíð sín týdning. Hetta var eisini langt áðrenn at nøkur stevna var vaksin fram kring kelduna, so keldan hevur í roynd og veru fingið uppaftur meira týdning eftir Trúbótina.

Tað er sera ivingarsamt, um nakað átrúnaðarligt hevur verið lagt í Varmakelduna. Ongar keldur eru um heidnar siðir har um leiðir, og hon liggur ikki nær við nakað víkingahov ella leivdir av búseting í heila tikið. Heldur ikki ber hon navn eftir nøkrum halgimenni, og tíansheldur hevur protestantiski kristindómurin seinni ognað sær hana. Men at hon hevur verið hildin at hava lekjandi megi, er ongin ivi um. Og at stevnan kring Varmakeldu er løgd mitt um summarið er fult í tráð við siðvenjurnar aðrastaðni, har heitu keldurnar kring um í Europa eisini høvdu eina stevnu um jóansøkuleitið.

Summarið er vertíðin hjá kærleikanum. Tað er um summarið, at tað rennur saman millum tey flestu, og vit síggja eisini flest brúdleyp tá. Tey flestu munnu kenna sjónleikin hjá Shakespeare A Midsummer Night’s Dream frá 1594, ið fer fram um hetta mundið, seinast í juni. Hetta er ein romantisk komedia um brúdleypið millum Theseus og Hippolyta, og hevur undirsøgur um ástarævintýr hjá fleiri øðrum ungdómum. Og søgan sigur eisini, at Varmakelda hevur havt sama týdning fyri føroyingar, sum igulker hevur fyri japanarar – hon er stimbrandi fyri gessin hjá fólki.

Hyggja vit so at býnum, ið fagnar kelduni, so er onki at taka seg aftur í, at Fuglafjørður hevur havt bæði styrkir og veikleikar gjøgnum tíðina. Styrkirnar hava verið mentanin, tónleikurin, sangurin og vinnulívið. Veikleikarnir, ella fyri at brúka eitt mótaorð:Avbjóðingarnar, hava verið fólkatalið og bústaðarneyðin. Fólkatalið í Fuglafirði hevur stundum sveiggjað seg niður um teir 1.500 íbúgvarnar, sum eru neyðugir fyri at kunna rópa seg bý. Men tvey tey seinastu árini hevur verið framgongd, og fólkatalið tann 1. februar var 1.563 íbúgvar. Hin trupulleikan, bústaðarneyðina, tykist kommunan nú vilja taka hond um við at útstykkja í stóran stíl á Kambsdali og í eitt sindur minni stíl inni í Fuglafirði sjálvum.

Mentan og tónleikur eru sjálvt vørumerkið hjá Fuglafirði, og onkursvegna ganga tey altíð saman í hesum býnum. Tað ber nærum ikki til at fara til eitt mentanartiltak, ella nakað tiltak í heila tikið, í Fuglafirði, uttan at tónleikur so ella so er inni í myndini. Við at kaga í skránna fyri Varmakeldustevnuna í ár sæst, at her er onki undantak. Forkunnugt er eisini, at listarligi parturin telur meira enn vant. Ikki færri enn 50 listarfólk sýna fram í Fuglafirði á Varmakeldu, og tað heldur fram líka til 8. juli.

Gamli Keypsamtøkubygningurin, Norðoya Sparikassi, Ribarhús, Mentanarhúsið, Lonin, býráðssalurin ella ráðhúsið og Fimleikarhøllin eru karmar um framsýningarnar hjá hesum fimmti listarfólkum. Framsýningarnar eru hvønn dag kl. 16-20, og leygar- og sunnudagin er serlig Varmakelduframsýning við frásøgufólki í Fimleikarhøllini.

Annaðhvørt ár er FM-kappróður í Fuglafirði. Tað er tað í ár, og tí verða helst eyka nógvir stevnugestir at síggja í Fuglafirði leygardagin. Tað eru annars ítróttarfeløgini ÍF-fótbóltur, ÍF-flogbóltur, ÍF-Badminton og FS, ið er Fuglafjarðar Svimjifelag, sum standa fyri teimum flestu tiltøkunum á Varmakeldu, og tað er tí greitt, at umframt í listarinnar, tónleikarinnar og mentanarinnar teknum stendur stevnan eisini í ítróttarinnar tekni.

Umframt tað vanliga innihaldið í eini summarstevnuskrá og at matstovurnar í býnum hava opið og tey andaligu møtini, verður barnaøki við hoppiborgum og livandi tónleikur verður at hoyra í fleiri støðum. Kommunan bjóðar øllum til morgunmatar leygarmorgunin kl. 9 í Mentanarhúsinum. Størsta felagstiltakið verður helst varmakeldubálið, sum onkuntíð hevur verið hildið úti við Varmakelduna sjálva, men sum í fjør og aftur hesa ferð verður hildið á Sandinum leygarkvøldið.

Varmakeldustevnan, ella bara Varmakelda, sum hon eisini verður kallað, í ár er 28.-30. juni, og Norðlýsið vil við hesum ynskja øllum eina góða Varmakeldu.

Og hvør veit, um ikki onkur leitar sær út á Varmakeldueiðið at leska sær av sjálvari kelduni, hvat antin tað so er fyri heilsubót ella av hinari orsøkini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund