Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avreiðingarvirði hjá JFK tvær og eina hálva ferð størri

SKRIVAÐ: Dennis Holm  |  28.06.2019 - 14:32 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Undir yvirskriftini “Feløgini í JFK samtakinum hava merkt sviðan av fiskivinnunýskipanini” verður í grein í Norðlýsinum víst á hvussu úrslitini hjá JFK samtakinum seinastu árini er minkað – og at orsøkin er Fiskivinnunýskipani.

Verður hugt eftir almennu tølunum inni á heimasíðuni hjá VØRN, har bæði avreiðingarvirði og tonsatal er tøkt fyri føroyska flotan og øll føroysk skip seinastu ártíggjuni, so er myndin hjá flakatrolarunum hjá JFK og uppsjóvarskipunum hjá JFK ikki heilt so svørt, sum greinin í Norðlýsinum hevur hug at gera hana.

 

Flakatrolarar hjá JFK

Í 2008 átti JFK flakatrolararnar Skálaberg og Sundaberg. Hesir fiskaðu í 2008 tilsamans 4.742 tons og var avreiðingarvirði umleið 141 mió. kr. Skálaberg og Sundaberg fiskaðu umleið 44% av kvotunum hjá flakatrolarunum og avreiðingarvirði var umleið 47% av tí hjá flakatrolarunum tilsamans í 2008.

Í 2018 átti JFK flakatrolararnar Gadus og Sjúrðaberg, sum fiskaðu kvoturnar, sum Skálaberg og Sundaberg fiskaðu í 2008 (Sjúrðaberg varð tó seldur á sumri 2018). Í 2018 fiskaðu Gadus og Sjúrðaberg tilsamans 4.518 tons og var avreiðingarvirði umleið 160 mió. kr.

Ein broyting er skeiva vegin í tonsatalinum, sum minkaði umleið 5% tá árini 2008 og 2018 verða samanborin, men soleiðis hevur tað verið ár um ár hjá flakatrolarunum, sum jú eru neyvt ávirkaðir av broytingunum í samlaðu kvotunum m.a. í Barentshavinum. Men hóast nøgdirnar minkaðu, so vaks avreiðingarvirði hinvegin úr 141 mió. kr. uppí umleið 160 mió. kr. frá 2008 til 2018.

 

Nótaskipini hjá JFK

Í 2008 átti JFK nótaskipini Næraberg og Carlton. Í 2008 fiskaðu Næraberg og Carlton umleið 42.353 tons av sild, makrel og svartkjafti. Avreiðingarvirði var umleið 42,6 mió. kr. Næraberg og Carlton fiskaðu umleið 13% av kvotuni hjá nóta- og ídnaðarskipunum í 2008, og áttu umleið 8% av samlaða avreiðingarvirðinum.

Í 2018 vóru skipini hjá JFK Næraberg, Borgarin og Norðingur og í 2018 fiskaðu tey trý skipini tilsamans umleið 102.590 tons av sild, makrel og svartkjafti – ella umleið 142% meiri enn í 2008. Avreiðingarvirði var í 2018 umleið 310 mió. kr. – ella 627% hægri enn í 2008. JFK skipini fiskaðu umleið 19% av samlaðu kvotuni hjá nóta- og ídnaðarskipunum í 2018 og áttu umleið 19% av avreiðingarvirðinum, tvs. bæði størri lut av kvotuni og avreiðingarvirðinum í 2018, um samanborið verður við 2008.

 

Avreiðingarvirði fleirfaldað frá 2008 til 2018

Verða tølini hjá flakatrolarunum og nótaskipunum hjá JFK løgd saman, so er samlaða avreiðingarvirðið farið frá umleið 184 mió. kr. í 2008 upp í tilsamans 470 mió. kr. tilsamans í 2018 – tvs. tvær og eina hálvferð hægri enn í 2008 !

Í mun til 2008 er gamaní komið inn í myndina tilfeingisgjald. Í einum modernaðum samfelag er tilfeingisgjald ein púra natúrligur partur av fiskivinnuskipanini – og allir flokkar á Løgtingi taka eisini undir við tilfeingisgjaldi, hóast meiningarnar eru ymiskar um støddina á gjaldinum.

Í Norðlýsinum verður víst á, at JFK merkir sviðan av Fiskivinnunýskipanini, men almennu tølini hjá VØRN vísa, at flakatrolararnir og nótaskipini hjá JFK hava havt ein øgiligan vøkstur í avreiðingarvirðinum frá 2008 til 2018 – so helst er tað annað enn Fiskivinnunýskipanin, sum ávirkar tølini hjá JFK.

 

Tølini hjá VØRN eru her: https://www.vorn.fo/fiskiveida/hagtol/?p=Vei%C3%B0a+samb%C3%A6rt+avrei%C3%B0ingarse%C3%B0li

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…