Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skjótt sleppa einans ferðafólk at loysa

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.07.2019 - 14:50 Leiðarin Politikkur Vinna

Útróðrarbátarnir í bólki 5B hava í dag fingið boð frá Vørn um, at teir ikki sleppa at loysa frá landi aftur. Orsøkin er, at fiskidagarnir fyri í ár eru uppbrúktir. Boðini frá Vørn eru, at fiskiskapurin hjá hesum bólki skal halda uppat í stundini. Jacob Vestergaard sigur, at ger landsstýrismaðurin onki, so leggur hann sjálvan ólavsøkudag uppskot fyri Løgtingið um at hækka dagatalið.

Tað hendi uppaftur fyrr enn væntað. Í eina tíð hevur verið greitt, at tað ikki fór at vera nær námind nóg nógvir fiskidagar til útróðrarbátarnar í bólki 5B til hetta fiskiárið, og í dag hevur Vørn so boðað frá, at nú verður latið aftur. Hetta kemur sera illa við hjá útróðrarmonnunum, men hóast fleiri hava kært sína neyð seinastu dagarnar, hava myndugleikarnir ikki latið við seg koma.

Í bólki 5A eru framvegis nakrir dagar eftir, men har vænta menn, at tað einans eru nóg mangir til fiskiskap til og við august mánað, so mugu teir eisini bindast. Heldur atgerðarloysið hjá fiskimyndugleikunum fram, fara vit sostatt at ikki at síggja nakran útróðrarbát til fiskiskap í heyst.

Jacob Vestergaard sigur í útmelding, at tað er “landsstýrismanninum so líkt” onki at gera, og boðar frá, at um fiskimálaráðharrin heldur ikki ger nakað hesa ferð, so fer Jacob Vestergaard sjálvur at leggja uppskot fyri tingið um at økja fiskidagatalið til bólk 5.

Ferðafólk hava tó framvegis loyvi at fiska við serstøkum loyvi frá Fiskimálaráðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna