Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Løgmaður tekur støði í óundirskrivaðum notati?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.07.2019 - 16:39 Leiðarin Politikkur

Kringvarpið hevur teir seinastu dagarnar viðgjørt gegnið, ella rættari møguliga ógegnið, hjá løgmansstjóranum í sambandi við eina meting av leiklutunum hjá aðalstjórunum báðum í Samferðslumálaráðnum og Mentamálaráðnum. Í hesum sambandi hevur ein advokatur “úti í býnum” skrivað eitt notat, men vildi ikki skriva undir tað. Kortini brúkar løgmaður tað.

“Tað er bara ein yvirskipað meting”, sigur advokaturin, og tískil var tað løgmansstjórin, sum stemplaði metingina og sendi hana til løgmans. Gunn Ellefsen, ið er advokaturin, vildi nevniliga ikki seta sítt navn undir. Hetta vísir innlit í samskiftið millum hana og løgmansskrivstovuna, sigur Kringvarpið.

Soleiðis stendur Løgmansskrivstovan einsamøll undir notatinum, sum løgmaður sigur seg hava tikið til eftirtektar. Gunn Ellefsen segði seg ikki hava stundir til at gera eitt veruligt løgfrøðiligt notat, og at hon mátti fáa meira tíð, um tað skuldi gerast. Gunn Ellefsen leggur dent á, at notatið ikki skal fatast sum meira enn ein yvirskipað meting.

Kringvarpið vísti í tíðindasendingini kl. 18 týskvøldið 9. juli eisini á, at advokaturin hevur skrivað fleiri spurningar í notatið, sum ikki eru svaraðir. Men hesir spurningarnir tykjast framvegis ikki verða svaraðir í tilfarinum, sum Løgmansskrivstovan hevur lagt út.

Løgmaður sigur tó, at talan er um eina greiða niðurstøðu, sum hann hevur tikið til eftirtektar. Sostatt verða aðalstjórarnir “fríkendir”, soleiðis at skilja, at løgmaður ikki fer at taka stig til nakrar starvsrættarligar fylgjur fyri teir.

Beinta Dam, landsgrannskoðari, stendur fast við sínar atfinningar um, at eftirlitið hjá Menta- og Samferðslumálaráðunum ikki hevur verið nóg gott. Og spurningurin er nú, um eitt ó-undirskrivað notat frá einum advokati, sum sigur seg ikki hava havt nóg góða tíð til at gera meira enn eina yvirskipaða meting, er nóg mikið til at kunna afturvísa atfinningunum frá landsgrannskoðaranum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar